Hetta er eitt dømi um, hvussu dýrt tað í roynd og veru er at hava eina sjóvegis farleið til Suðuroyar.
Nakað soleiðis tók Eirikur í Jákupsstovu, tingmaður fyri Tjóðveldi til í Løgtinginum, nú eitt uppskot var til umrøðu um at skifta allar fýra høvuðsmotorarnar á Smyrli.
Tað er ein eyka útreiðsla uppá næstan 75 milliónir, men tað er neyðugt at gera fyri at tryggja, at Smyril framvegis kann vera álitið á Suðuroyarleiðini í nøkur ár afturat.
Eirikur í Jákupsstovu heldur, at hetta vísir eisini, at ein Suðuroyartunnil skal vera heilt ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg í longdini.
Hann heldur eisini, at í roynd og veru vita tey norðan fyri, sum hava fast samband, ikki, hvussu gott tey hava tað aftur ímóti suðuroyingum og fólkinum í øðrum oyggjum, sum ikki hava undirsjóvartunnil - og hvussu trupul tilveran er hjá teimum, sum ikki hava fast samband.
Bill Justinussen, tingmaður fyri Fólkaflokkin sigur, at Suðuroyggin er alvorliga afturúrsigld síðani 90 prosent av fólkinum norðanfjørðs hevur fast samband.
Hann sigur, at tað sæst við, at samstundis sum at fólkatalið í Suðuroy alsamt lækkar, hækkar tað norðanfjørðs, serliga rundan um tunnilsmunnanir í Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum.
Sum heild taka tinglimir eisini undir við ætlanini fyri at tryggja, at Smyril kann sigla tey næstu árini til Suðuroyartunnil verður tikin í brúk.
Tey hava álit á, at tá ið Strandferðslan sigur, at tað er neyðugt, er tað tí at tað er neyðugt, hóast tann eini motorurin varð skiftur í 2014.
Samstundis fara nýggju motorarnir at brúka minni olju enn teir verandi, so talan er eisini um eina sparing.
Serkøn á økinum hava nýliga gjørt eina støðulýsing av smyrli og hon vísir, at skrokkurin er í góðum standi men at motorarnir og køliskipanin eru í tí reyða feltinum, sum Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur tikið til.
Tað eru serliga tvey viðurskifti sum gera, at motorarnir á Smyrli fara so illa. Annað er, at Smyril siglur hvønn einasta dag í árinum, so tað eru ongantíð stundir til nakað serligt viðlíkahald.
Hitt er, at hann leggur at bryggju, og fer frá bryggju so ofta, og tað er hart fyri motorarnar. Smyril leggur at og fer frá landi 3.700 ferðir um árið um árið, og hann er í beinleiðis sigling í miðal 11,5 tímar hvønn einasta dag alt árið, og tað slítur skipið illa, sigur landsstýrismaðurin.