Sum vit skrivaðu í gjáramorgunin var tað aftur onkur, sum ringdi til fólk og royndi at lumpa pengar frá teimum.
Løgreglan ávaraði alment fólk um málið og tey søgdu, at aftan á tað varð friður, tí maðurin gavst at ringja
Maðurin ringdi frá einum donskum nummarð og at hann tosar danskt. Eitt navn hann brúkar er »Lars Tvede«, men løgreglan ivast ikki í, at tað er eitt falskt navn.
Løgreglan sigur, at hesa ferð var tað eingin sum lat seg lumpað og løgreglan vónar, at hetta er tekin um, at fólk eru blivin meiri varin.
Løgreglan sigur, at í gjár vóru tað eisini nøkur, sum fóru at spyrja svikaran ymsar spurningar, men tá legði hann bara hornið á.
Bæði løgreglan og bankin gera eisini altíð vart við, at løgreglan bankin, ella hvør tað skal vera, ringja ALDRIN til fólk at biðja um upplýsingar um kort ella kontur, so tá ið tað hendur, kunnu fólk vera vís í, at talan er um eina svikaroynd.