Hetta hálva áríð síðani samgongan varð skipað, hava landsstýrisfólk og embætisfólk í aðalráðunum, ferðast fyri tilsamans 3,4 milliónir krónur.
Tað vísir ein uppgerð, Beinir Johannesen, løgmaður hevur gjørt.
Fólk illneitast ofta inn á ferðaútreiðslurnar hjá tí almenna og tað gera løgtingsfólk eisini. Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin segði í Løgtinginum hendan dagin, at hann hevði kannað kalendararnar hjá landsstýrisfólkunum, og upp á fimm vikur var tað bara ein einasti arbeiðsdagur, at øll høvdu verið í landinum í senn.
Og nú hevur hann so spurt løgmann, hvussu nógv landsstýrisfólkini og embætisfólkini hava ferðast fyri síðani samgongan varð skipað, og hvussu nógvar dagar, hvørt einstakt landsstýrisfólk hevur verið burtur.
Og tað vísir, at tilsamans hava tey ferðast fyri góðar 3,4 milliónir hetta hálva árið.
Talvan niðan fyri vísir, hvussu nógv hvørt landsstýrisfólk og teirra embætisfólk, hava ferðast - og sum sæst er Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanlandsmálum og fiskivinnumálum tann landsstýrismaður, sum hevur ferðast nógv mest saman við sínum embætisfólkum.
Løgmaður sigur, at fyrivarni skal takast fyri, at í onkrum føri kann eitt aðalráð hava goldið ferðaseðilin, men so er tað eitt annað aðalráð, sum hevur verið og ferðast.
Uppgerðin vísir eisini at:
– Løgmaður hevur verið 13 dagar uttanlands í arbeiðsørindum.
– Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum hevur verið 30 dagar uttanlands í arbeiðsørindum.
– Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur verið 5 dagar uttanlands í arbeiðsørindum.
– Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur verið 12 dagar uttanlands í arbeiðsørindum.
– Landsstýriskvinnan í almanna- og bústaðamálum hevur verið 6 dagar uttanlands í arbeiðsørindum.
– Landsstýriskvinnan í heilsu- og orkumálum hevur verið 16 dagar uttanlands í arbeiðsørindum.
– Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur verið 13 dagar uttanlands í arbeiðsørindum.
Eitt serligt ár
Løgmaður sigur, at tað er ringt at meta um, hvussu verður við ferðing hesa næstu tíðina. Men hann sigur, at á summum økjum er árið í ár eitt serligt ár, fyrst og fremst tí Danmark og Føroyar hava formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum.
Formansskapurin hevur havt við sær fleiri uppgávur og størri virksemi í norðurlendska samstarvinum, eitt nú í sambandi við ráðharrafundir á teimum ymisku málsøkjunum. Fleiri av hesum fundum verða nú í oktober og í novembur. Formansskeiðið endar á nýggjárinum og tí er væntandi, at tær ferðaútreiðslurnar fara at minka næsta ár.
Harumframt hava Føroyar, saman við Grønlandi og Danmark, eisini formansskapin í Arktiska Ráðnum frá í mai í fjør til í mai næsta ár og tað hevur eisini fleiri ferðir við sær.
Harnæst var tann serliga støða í ár, at val var bæði í Føroyum og Danmark fyrr í ár. Hetta gjørdi, at summar ferðir vórðu útsettar til eftir summarfrítíðina, og tískil hava verið fleiri ferðir í august og september enn vanligt.
Beinir Johannesen sigur, at tey skulu bara ferðast tá ið tað er neyðug fyri tær uppgávur, sum landsstýrisfólkini skulu røkja.
– Sum heild eru Føroyar meira virknar á altjóða pallinum og tað er eisini eitt politiskt mál at vit skulu vera tað, sigur løgmaður.
– Vilja Føroyar taka størri lut í altjóða samstarvi og hava ávirkan har avgerðir verða tiknar, og samstarv hava týdning fyri føroysk áhugamál, hevur tað eisini við sær, at løgmaður og landsstýrisfólk í størri mun eru við á fundum og øðrum tiltøkum uttanlands, sigur hann.
– Havast skal eisini í huga, at hetta landsstýrið hevur lutfalsliga fá landsstýrisfólk, sum hvørt sær varða av fleiri málsøkjum.
Í hinum norðurlondunum eru samsvarandi uppgávur ofta býttar ímillum fleiri ráðharrar, leggur hann afturat.