Ongi úrslit

Hann undrast á hví vit halda fram at koppseta fyri koronu

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Í løtuni viðgerð Løgtingið eina umbøn frá landsstýrinum um at játta pening til ymisk endamál.

Men ttað er ein játtan sum, Bill Justinussen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur eitt sindur av kvalum av. Og tað er, at landsstýrið eisini biður um eina millión til at koppseta fólk fyri koronu.

Bill Justinussen undrast á, at vit skulu halda fram at koppseta fyri koronu, hóast tað nú eru fleiri ár síðani, at korona gekk av álvara.

Men hann veit, at í heilivágsídnaðinum er rættiliga nógv fíggjarlig spekulatión, tí virðið á partabrøvunum er ofta treytað av um tey fáa eitt ávíst koppsetingarevnið góðkent.

Tað er eisini nógv spekulatión í at seta alsamt fleiri koppsetingar í gildi. Og av tí sama verður eisini stórt trýst lagt á myndugleikarn fyri at seta ymsar koppsetingar í verk, heldur løgtingsmaðurin.

Og hann sigur, at tað skerst ikki burtur, at nú á døgum verður tað gjørt nógv meiri burtur úr at hópkoppseta stórar fólkabólkar enn tað var fyrr.

Bill Justinussen heldur, at nógv kann verða sagt um Trump, forseta, og amerikanska ráðharran í heilsumálum, Robert F. Kennedy.

Men hann heldur í sambandi við koppsetingar hava teir nakrar áhugaverdar tankar um at vit skulu ikki gera okkum ov nógv inn á mannakroppin við koppsetingum av alskyns slagi.

Í roynd og veru vita vit ikki, hvørjar heilsuligar avleiðingar tað hevur í longdini - og fyri komandi ættarlið - at vit koppseta so nógv, sum vit gera, sigur Bill Justinussen.

Hann veit heldur ikki um nakar veit, hvussu væl øll hendan koppsetingin fyri koronu í roynd og veru, hevur hjálpt

Mest lisið hesa vikuna

Kanna eitt mál um haturstalu ímóti samkyndum

11. oktober kl. 09:14

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Suðuroyartunnilin skal vera ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg

10. oktober kl. 10:59

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

10. oktober kl. 15:20

Mín uppliving við heilabløðing og ein áheitan á Løgtingið

Í gjár kl. 17:59

Breyt fleiri rútar á løgreglustøðini

7. oktober kl. 07:44