Í gjárkvøldið hendi tað sermerkta, at ein maður fór at brúta rútar á løgreglustøðini. Tey, sum sótu innan fyri, sóu hann á vakmyndatólum, men tað var beint í túninum, so maðurin varð skjótt handtikin.
Løgreglan sigur, at hann hevði gjørt sær amboð at bróta rútarnar við og í tí sambandi hevur hann brotið rútin í inngongdini, umframt aðrar rútar.
Løgreglan sigur, at maðurin er enn í varðveitslu, tí tey eru ikki liðug at tosa við hann.