Ongi úrslit

Ingrid Elisabeth savnaði 2.100 krónur til børn í neyð: – Eg visti, at onkur fór at verða glaður

Við at gera og selja armbond og hálsbond savnaði Ingrid Elisabeth Viðoy av Tvøroyri 2.100 krónur til børn, sum hava tørv á hjálp.

© Privat mynd.
Lítil genta við stórum hjarta: Ingrid Elisabeth Viðoy av Tvøroyri gjørdi og seldi litrík armbond og hálsbond og savnaði 2.100 krónur til børn, sum hava tørv á hjálp.
Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Ingrid Elisabeth Viðoy av Tvøroyri vísti í fjør, at eisini børn kunnu gera stóran mun fyri onnur. Við at selja heimagjørd armbond og hálsbond savnaði hon 2.100 krónur til átakið Í Menniskjum Góður Tokki.

Ingrid Elisabeth ynskti, at øll børn skuldu hava tak yvir høvdið, mat á borðið og møguleika at halda jól.

Tað skrivar Barnabati í einari dagføring á Facebook.

Strævið, men vert tað

Fyri Ingrid Elisabeth snúði arbeiðið seg um at hjálpa børnum, sum ikki hava somu møguleikar sum onnur.

Hon gjørdi litrík armbond og hálsbond úr perlum og seldi tey fyri at savna pengar inn til góða endamálið.

– Hetta var eitt sindur strævið, men ordiliga deiligt, tí eg visti, at onkur fór at verða glaður fyri tað, segði Ingrid Elisabeth.

Barnabati varpar ljós á átakið

Barnabati hevur nú varpað ljós á átakið hjá Ingrid Elisabeth og lýsir tað sum eina hjartanemandi søgu um umsorgan, næstrakærleika og viljan at gera mun.

Sambært Barnabata vísir søgan um gentuna av Tvøroyri, at tú ikki ert ov lítil til at gera stóran mun.

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

23. oktober kl. 12:08

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22. oktober kl. 19:06

Amerikanskur serfrøðingur: Trump skal keypa Føroyar leysar frá Danmark

Í gjár kl. 04:11

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40