Samstundis sum fólk gera seg til reiðar til árligu Faroe Pride-skrúðgonguna, hava Jenis av Rana og onnur bønarløtu á Oyggjarvegnum.
Soleiðis skrivar fyrrverandi formaðurin í Miðflokkinum, Jenis av Rana, á Facebook:
"Bøn fyri Føroyum – 27. juli kl. 15.00"
Tað er í morgin, 27. juli kl. 15.00, at vit eru boðin vælkomin til bønarløtuna við Oyggjarvegin, beint yvir av Brandstøðini, við vakra panoramaútsýninum yvir høvuðsstaðin
Í umleið ein tíma eru vit saman til lovsang og bøn- um Guds signing yvir Føroyar, fólkið og Ólavsøkuna. Aftaná hittast vit í Café Ørkini í Vágsbotni til hugnaliga samveru, kaffi og prát.
Øll eru hjartaliga vælkomin – bjóði vinum og kenningum við
"Rættvísi lyftir tjóðina upp" (Orðtøkini 14,34)