Ongi úrslit

Frá samskifti til nevnd: Høgni Berg aftur í HB

Høgni Berg er aftur í barndómsfelagnum HB. Bara hálvt ár eftir, at hann gavst sum samskiftisfólk, tekur hann nú sæti í nevndini.

© Privat mynd.
Bara eitt hálvt ár eftir, at Høgni Berg gavst sum miðla- og samskiftisfólk hjá HB, er hann aftur í felagnum. Hesa ferð verður tað sum nevndarlimur.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Bara eitt hálvt ár eftir, at Høgni Berg gavst sum miðla- og samskiftisfólk hjá HB, er hann aftur í felagnum. Hesa ferð verður tað sum nevndarlimur.

Høgni Berg sigur, at hann hevði tørv á einum steðgi, tá hann fór úr starvinum. Men talan var ongantíð um eitt endaligt farvæl til fótbóltin ella HB.

– Soleiðis er felagsskapurin í fótbólti. Hann dregur teg aftur, skrivar hann á LinkedIn.

HB er partur av samleikanum

Høgni Berg lýsir HB sum felagið, har hann sleit sínar barnaskógvar, og sum hevur verið ein stórur partur av lívi hansara og samleika.

Hann var tí ikki í iva, tá honum stóð í boði at gerast partur av nevndini.

– Felagsskapurin var har fyri meg, tá eg vaks upp. Nú er tíðin komin til, at eg aftur eri har fyri felagsskapin, sigur Høgni Berg.

Mest lisið hesa vikuna

Grát mín elskaði býur

20. juli kl. 11:45

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

17. juli kl. 09:59

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

19. juli kl. 21:30

Legg hornið á um Laura Bech ringjur

16. juli kl. 12:38

Borgarstjórin um ælabogan

Í gjár kl. 08:12

Stórur eldur í sethúsum í Sørvági

18. juli kl. 12:00