Ongi úrslit

Borgarstjórin um ælabogan

Arbeiðið varð gjørt innan galdandi ásetingar

© Privat mynd.
Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, tók eisini lut í tiltakinum.
Jóhanna Højgaard
8 tímar síðan

Vit spurdu borgarstjórin í Tórshavnar kommunu um hon hevði eina viðmerking, nú kjakið aftur í ár, hevur tikið seg upp um ælabogavegin.

Í fjør var hann málaður í Gundadali, meðan hann í ár er at finna í Steinatúni.

-Ælabogavegurin í fjør vísti væl, hvussu neyðugt tað enn er við sjónligheit og átøkum fyri einari rúmligari kommunu. Málingin var illa nokk tornað, so var herverk gjørt á vegin.

Sum kommuna reageraðu vit við at mála útyvir aftur, tí vit góðtaka ikki herverk, ljótan málburð og haturstalu. Politiskt var tað ei heldur ivi í, at hetta var nakað, sum skuldi gerast aftur. Tí varð loyvi givið aftur í ár, og vit vilja nú finna eina varandi staðseting til ælabogan.

Ælabogin ímyndar ymiskleika og stoltleika í at vera júst sum vit eru. Ælabogin er eisini vorðin eitt tekin um vón, kærleika og rættvísi. Vit vilja hava eina rúmliga kommunu, og hetta vísa vit í verki eitt nú við at gera býin litfagrari.

Tá summi fólk rópa, at ælabogin er “skammiligur” og at hetta er “vanærilig skomm”, so undirstrikar tað týdningin av ælaboganum. Vit hoyra jú øll til í Tórshavnar kommunu, og eingin skal skammast burtur fyri tað, sum ein er.

Eg kann leggja afturat, at kommunan hevur verið í samband við ferðslumyndugleikan eins og gjørt verður í øllum málum, har avgerðir verða tiknar á kommunalum vegaøkið, og at arbeiðið varð gjørt innan galdandi ásetingar, sigur Elsa Berg við Dimmalætting.

ælabogan taka skap

Mest lisið hesa vikuna

Grát mín elskaði býur

Í gjár kl. 11:45

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

17. juli kl. 09:59

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

Í gjár kl. 21:30

Legg hornið á um Laura Bech ringjur

16. juli kl. 12:38

Fór á sjúkrahús eftir arbeiðsóhapp í Vágum

15. juli kl. 06:57

Borgarstjórin um ælabogan

8 tímar síðan