Ongi úrslit

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

LGBT+ Føroyar skipaði sunnukvøldið fyri einum litríkum tiltaki í Steinatúni, har ælabogavegurin varð málaður av nýggjum. Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu var millum luttakararnar.

© Privat mynd.
Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, tók eisini lut í tiltakinum.
Edmund Jacobsen
19. juli kl. 21:30

Pride-vikan í Havn byrjaði sunnukvøldið 19. juli við einum litríkum tiltaki í Steinatúni.

Klokkan 20 fóru luttakararnir undir at mála ælabogavegin av nýggjum. LGBT+ Føroyar skipaði fyri, og øll vóru boðin at taka lut.

Fyriskipararnir høvdu máling og penslar til taks. Luttakararnir fingu eisini kaffi, te og okkurt afturvið.

Borgarstjórin tók lut

Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, tók eisini lut í tiltakinum.

Eiler Fagraklett, fyrrverandi formaður í LGBT+ Føroyum, fegnast á Facebook um stuðulin frá borgarstjóranum og býráðsmeirilutanum.

Hann skrivar á Facebook, at tað er fantastiskt at hava ein framsøknan borgarstjóra og ein býráðsmeiriluta, sum ganga undan í arbeiðinum at gera høvuðsstaðin rúmligari.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 06:59

Álvarsom hending í Fuglafirði

11. august kl. 21:36

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

12. august kl. 13:20

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

21 tímar síðan

Her er best at síggja sólarmyrkingina

11. august kl. 16:06

Funnu lívleysan persón uttandura í Fuglafirði

12. august kl. 06:39