Ongi úrslit

Legg hornið á um Laura Bech ringjur

Kann eisini henda í Føroyum

Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 12:38

Syd- og Sønderjyllands Politi ávarar ì dag borgarar móti svindlarum, sum ringja og siga seg vera frá løgregluni.

Fleiri fráboðanir snúgva seg um ein persón, sum kallar seg Laura Bech, og sum roynir at lumpa borgarar.

Svindlararnir royna at skapa ótta og fáa fólk at lata upplýsingar ella flyta pengar.

Danska løgreglan leggur dent á, at hon ongantíð ringir til borgarar fyri at biðja um pengar, nummar á gjaldskortum, kotur ella MitID-upplýsingar.

Um hettar gongur fyri seg í Danmark í hesum førum, kan okkurt líknandi eisini henda í Føroyum.

Kriminell brúka ofta følsk nøvn og kunnu broyta telefonnummarið, so tað sær út til at koma frá einum álítandi myndugleika. Tí kann ein ikki altíð líta á nummarið, sum sæst á telefonini.

Um ein persónur sigur seg vera frá løgregluni og biður teg útlevera privatir upplýsingar sum til dømis nummar á gjaldskorti ella annað, eigur tú at leggja á.

Lat ongantíð nummar til gjaldskort, ella nakrar kotur.

Ring til løgregluna um tú ivast í, um tú hevur verið úti fyri svindul.

Hevur tú longu latið upplýsingar frá tær, eigur tú beinanvegin at seta teg í samband við bankan og fáa sperrað gjaldskort ella kontur.

Boðskapurin frá løgregluni er greiður:

-Eingin verulig løgregla biður borgarar um at flyta pengar, ella lata loyniligar upplýsingar um telefonina.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 06:59

Álvarsom hending í Fuglafirði

11. august kl. 21:36

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

12. august kl. 13:20

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

21 tímar síðan

Her er best at síggja sólarmyrkingina

11. august kl. 16:06

Funnu lívleysan persón uttandura í Fuglafirði

12. august kl. 06:39