Ongi úrslit

Løgreglan rak heimleys í Havn á dyr

Áki Bertholdsen
13. juli kl. 07:20

Aftur í gjár mátti løgreglan upp í at reka heimleys úr einum tómum bygningi í Havn.

Heimleys hava ikki so nógva staðni at vera og tí er tað javnan komið fyri, at tey leita sær inn í tómar bygningar at vera.

Og um náttúrðatíð í gjár ringdi eitt fólk til húsavørðin á gamla Vemjingarskúlanum at boðað frá at tey sóu fólk inni á skúlanum. Húsavørðurin segði, at har átti eingin at vera tá ið bað viðkomandi ringja til løgregluna og sjálvur fór hann beint á skúlan.

Løgreglan sigur, at tað vísti seg at vera trý heimleys, sum vóru farin inn at vera. Tey høvdu einki gjørt og einki stolið, so tey vórðu bara rikin aftur á dyr.

Tey høvdu tikið eina leysa plátu, sum stóð fyri eitt vindeyga, frá og vóru farin inn tann vegin.

Av tí, at einki var hent, verður ikki meiri gjørt við málið.

 

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 06:59

Álvarsom hending í Fuglafirði

11. august kl. 21:36

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

12. august kl. 13:20

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

21 tímar síðan

Her er best at síggja sólarmyrkingina

11. august kl. 16:06

Funnu lívleysan persón uttandura í Fuglafirði

12. august kl. 06:39