Ongi úrslit

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

Tað eru smáu brandhárini hjá ormveruni, sum ger hana vandamikla

Jóhanna Højgaard
3 tímar síðan

Egeprocessionsspinnarinn, kendur undir heldur ósjarmerandi navninum, ormveran úr helviti, er fyri fyrstu ferð staðfestur í Keypmannahavn.

Trý eikitrø í útjaðaranum av Amager Fælled eru rakt, upplýsir Københavns kommune.

Kommunan fann ormveruna tá tey kannaðu økið, sum partur av fyribyrgjandi eftirliti hjá Københavns kommune.

Egeprocessionsspinnarinn hevur verið kendur í Danmark í fleiri ár.

Hann var fyrr í ár staðfestur á Fyn, har hann serliga hevur verið ein trupulleiki kring Odense og aðrar fynskar kommunur hesa seinastu tíðina.

Síðani er hann eisini funnin aðrastaðni í landinum, millum annað í Jyllandi.

At man hevur funnið larvan í Keypmannahavn er tó serligt, tí hetta er fyrsta staðfesti tilburðurin á Sælandi.

Tað er ikki staðfest, hvussu egeprocessionsspinnarinn er komin til Keypmannahavnar.

Hann kann vera spjaddur náttúrliga við summarfuglum og vindi, men eisini fluttur av menniskjum við til dømis viði, plantum ella maskinum.

Tað eru smáu brandhárini hjá ormveruni, sum ger hana vandamikla.

Hárini kunnu elva til kláða, ovurviðkvæmi og trupulleikar við eygum og andadrátti hjá bæði menniskjum og djórum. Hárini kunnu eisini liggja eftir í náttúruni í fleiri ár.

Københavns kommune fylgir nú økinum og roynir at avmarka spjaðingina, meðan stovnurin enn er lítil.

Borgarar eiga at lata vera við at nema við larvur, reiður ella spinnar, og halda hundar burtur frá raktum eikitrøum.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

1. juli kl. 20:44

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30

Tveir sóu reytt í fyrsta málleysa javnleikinum í 28 ár

3. juli kl. 20:47