Ongi úrslit

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

Áki Bertholdsen
3. juli kl. 06:48

Beint eftir midnátt varð ringt til løgregluna at melda harðskap á einum skeinkistaði í Havn.

Løgreglan sigur, at talan er um grovan harðskap, tí talan er um ein mann, sum er sligin við einum brotnum glasi og hevur skorið seg í andlitið, á armarnar og í bringuna.

Løgreglan sigur, at tað var ein kvinna í yngri árum sum framdi harðskapin. Tey vita hvør hon er og tey hava eisini tosað við hana í telefon. Men hon var ikki serliga samstarvshugað og vildi ikki siga, hvat hon var.

Løgreglan sigur, at sostatt verður nú leitað eftir henni, men tey siga eisini, at kvinnan veit, at løgreglan vil hava fatur á henni, so tey mæla henni bara til at koma á løgreglustøðina sjálv.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig tíðindi á døgurða

13. juli kl. 20:56

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

17. juli kl. 09:59

Legg hornið á um Laura Bech ringjur

16. juli kl. 12:38

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

16 tímar síðan

Fór á sjúkrahús eftir arbeiðsóhapp í Vágum

15. juli kl. 06:57

Stórur eldur í sethúsum í Sørvági

18. juli kl. 12:00