Ongi úrslit

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

Færri, men álvarsamari

© Getty images
Jóhanna Højgaard
6 tímar síðan

Hóast talið av fráboðanum til politiið hevur verið minkandi í fleiri ár, gerast brotsverkini í Føroyum alsamt grovari.

Tað vísa nýggj hagtøl frá Føroya Politi, sum serliga peika á eina álvarsama gongd innan rúsevnamál og kynslig brotsverk móti børnum.

Sambært hagtølunum er talið av fráboðanum um brot á revsilógina vaksið, hóast samlaða talið av fráboðanum er fallið. Hetta er sama gongd, sum eisini sæst í Danmark.

Ein av størstu broytingunum sæst á rúsevnaøkinum. Løgreglan fær færri fráboðanir um rúsevni enn áður, men samstundis verða nógv størri nøgdir av rúsevnum tiknar.

Tað kann vera ein ábending um, at eftirspurningurin eftir rúsevnum í Føroyum er vaksandi.

Enn meira álvarsom er gongdin innan kynslig brotsverk móti børnum. Har mál áður ofta snúðu seg um ólógliga deiling av kynsligum tilfari, eru fleiri mál nú knýtt at grovum kynsligum ágangi móti heilt smáum børnum.

Flestu málini í størstu býunum

Meira enn tríggir fjórðingar av øllum fráboðaðum brotum á revsilógina eru skrásett í Tórshavn og Klaksvík. Av teimum 964 málunum í hagtølunum koma 720 úr hesum báðum býunum.

Hetta er sambært Føroya Politi ikki óvæntað, av tí at meira enn helvtin av fólkinum í Føroyum býr í Tórshavn og Klaksvík, og størsti parturin av føroyska náttarlívinum er eisini har.

Tí er tað eisini í hesum økjunum, at nógv harðskapsmál fara fram.

Løgreglan vísir harumframt á, at fólk við sosialum avbjóðingum ofta savnast í størri býum, og tað kann vera ein orsøk til, at fleiri revsimál verða skrásett teirra millum.

Smá hagtøl kunnu geva stór útsløg

Hagtølini mugu lesast við varsemi. Tí føroysku tølini eru lutfalsliga smá, kunnu sjálvt fá mál broyta hagtølini nógv frá einum ári til annað.

Kortini kunnu broytingarnar vísa á eina varandi samfelagsgongd, serliga tá tær samsvara við gongdina í Danmark og øðrum londum, sum Føroyar vanliga samanbera seg við.

Hagtølini fara framyvir at gerast enn álítandi. Í juni 2025 fór Føroya Politi nevniliga yvir til eina nýggja málsviðgerðarskipan, sum gevur betri møguleikar at skráseta og greina upplýsingar um brotsverk.

Hagtølini fyri 2025 kunnu lesast her

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 10:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17

Hetta hevði ongantíð borið til uttan stuðulin frá fólki

26. juni kl. 22:15