Ein syrgilig hending fór fram í Spania, tá lítli Nóa, bert trý ára gamal, druknaði í einum svimjihyli. Sum um sorgin ikki var stór nokk frammanundan, kom skjótt fram, at familjan eisini skuldi stríðast fyri at fáa sonin heim til Føroya.
Sambært familjuni noktaði tryggingarfelagið at rinda fyri heimflutningin, hóast SOS International í Spania, vanliga stendur fyri slíkum heimflutningum í samstarvi við alheims tryggingarfeløg.
Málið gjørdist skjótt landskent og skapti stórt kjak og samkenslu kring landið. Vit hava tvær ferðir vent okkum til tryggingarfelagið og biðið tey greiða frá teirra sjónarmiði í málinum. Í skrivandi løtu hava vit tó framvegis ikki fingið nakað svar.
Tá neyðin er størst, vísa føroyingar ofta sítt stóra hjarta.
Millum tey, sum skjótt tóku stig til at hjálpa, var Stella Zachariassen. Hon setti fleiri av sínum listarverkum til sølu, har allur ágóðin fór óskerdur til innsavning, so Nóa kundi sleppa heim til Føroya. Allir málningarnar blivu seldir.
Stella leggur tó dent á, at hon ikki ynskir at taka alla æruna fyri úrslitið.
– Tað vóru fólkini, sum keyptu listarverkini og valdu at stuðla, ið gjørdu hetta møguligt. Uttan teirra hjálp hevði tað ongantíð borið til, sigur hon.
Hon dylur heldur ikki, at málið hevur rakt hana djúpt. Stella eigur sjálv ein lítlan ommuson, sum eisini eitur Nóa, og tí kennist henda syrgiliga hendingin serliga nær.
At enda sendir hon eina hjartans tøkk til øll, sum hava stuðlað.
– Eg eri ómetaliga takksom fyri allan stuðulin og tað stóra samhaldið, sum fólk hava víst. Hetta vísir, hvussu nógv vit megna, tá vit standa saman.
Eg eri stolt av at vera føroyingur, sigur Stella at enda
Málningarnir sum Stella setti til sølu