Ongi úrslit

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

Áki Bertholdsen
10 tímar síðan

Sum vit skrivaðu í gjár kom eldur í eitt neyst á Strondum síðstu nátt.

Og í gjár fór ein brunaserfrøðingur hjá løgregluni inn á Strendur í eini roynd at fáa greiði á, hví eldur kom í.

Løgreglan sigur, at síðani hava nakrir blaðungir dreingir boðað frá, at tað eru helst teir sum hava brent neystið í grund.

Teir høvdu verið í neystinum og har høvdu teir kynt eld, men teir hildu, at teir høvdu sløkt alt aftur.

Men tá ið teir so sóu, at eldur hevði verið í neystinum, søgdu teir sjálvir foreldrunum frá, at tað helst vóru teir, sum høvdu skyldina.

Tað heldur løgreglan at teir hava rós uppiborið fyri. Men av tí, at teir eru undir 15 ár, verður ikki meiri gjørt við málið.

Mest lisið hesa vikuna

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

17. juni kl. 17:15

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

15. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

Í gjár kl. 16:04

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

15. juni kl. 16:00