Ongi úrslit

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

Áki Bertholdsen
9 tímar síðan

Vegastrekkið við brúnna um Streymin er eitt tað vandamiklasta vegastrekki í landinum og aftur í gjár hendi eitt ferðsluóhapp har.

Ein útlendsku ferðamaður í leigubilið hevið verið í Tjørnuvík, men tá ið hann var á veg suðureftir aftur og skuldi snara av vegnum í Nesvík, inn á høvuðsvegin aftur, ansaði hann ikki eftir at ein bussur var akkurát komin um um brúnna, á veg suðureftir.

Løgreglan sigur, at sostatt koyrdi hann út fyri bussin, so at bilarnir báðir stoyttu saman. Leigubilurin fekk stóran skaða, men bilførarin, sum var einsamallur í bilinum, slapp snikkaleysur.

Tá ið bilførarar ikki halda víkiskylduna upp á handa mátan, kostar tað altíð eina bót og sum allaroftast eisini eitt klipp í koyrikortið, og onkuntíð, tá ið tað elvir til samanstoyt, missur bilførarin eisini koyrikortið.

Men her er talan um útlending, so nú skulu tey meta um, hvat tey gera, men løgreglan sigur, at hann fær mint eina bót.

Fær hann klipp í koyrikortið, ella missur hann tað, er tað bara galdandi í Føroyum og ikki í heimlandinum.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

11. juni kl. 10:25

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

12. juni kl. 12:14

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

9 tímar síðan

Oddmar Færø farin

12. juni kl. 21:07

Bilur koyrt útav í Kollafirði

13. juni kl. 00:02

Løtumyndir - Country & Bluesfestivalurin

13. juni kl. 17:27