Ongi úrslit

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

Áki Bertholdsen
5 tímar síðan

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum ávísum slagi av nudlum, sum hevur verið at fáa í einum føroyskum serhandli.

Talan er um Buldak Spicy Ramen Hot Chicken Flavour Cup, sum ávarað verður ímóti. Orsøkin til ávaringina er, at tað er staðfest, at evnið, 3-MCPD og glycidylestre er í nudlunum.

Heilt ítøkiliga er talan um hesar nudlurnar:

Buldak Spicy Ramen Hot Chicken Flavour Cup (Instan Nudeln Carbonara)
Nettovekt: 80 g

Best fyri: 28/8-2026

EAN-strikukota 4045802737972

Framleiðari: Samyang Foods Co., Ltd.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at 3-MCPD og glycidylestre eru dálkingarevni og tey stava frá tí at nudlurnar vórðu tilvirkaðar.

Hetta er eitt evni, sum er í ávísum matvørum, helst har plantuoljur verða hitaðar heilt heitt.

3-MCPD og glycidylestre kunnu hava heilsufrøðiliigan vanda við sær. Eitt nú er elvir tað til krabbamein og tað ávirkar eisini arvaeginleikarnar.

Men talan er kortini ikki um nakran bráðan heilsuvanda, men verður matur við 3-MCPD og glycidylestre etin í langa tíð, kann tað verða heilsuskaðiligt.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at tann, sum liggur inni við hesum nudlunum, eigur at koyra tær í skrell, ella fara aftur í handilin við teimum.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

5 tímar síðan

Nýbygningur hjá Smyril Line fekk stóran skaða undir royndarsigling

5. juni kl. 11:00

Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu

4. juni kl. 16:05

Sera lítil vandi fyri at smittan kemur til Føroya

5. juni kl. 19:25

Tað er merkiligt sum tit eysturoyingar duga væl at flúgva undir radaranum

6. juni kl. 18:09

Kapping: Skapa eitt flagg fyri skandinavisku tjóðina

4. juni kl. 22:00