Ongi úrslit

Nýbygningur hjá Smyril Line fekk stóran skaða undir royndarsigling

Áki Bertholdsen
5. juni kl. 12:00

Smyril Line byggir tvey nútímans og umhvørvisvinarlig farmaskip og eftir ætlan skuldu bæði skipini leverast í ár, men tað gekk ikki heilt sum ætlað.

Hendan dagin var annað skipið royndartúr, men tá hendi tað, at aksil-generator brotnaði.

Jens Meinhard Rasmussenm stjóri í Smyril Line, sigur, at helst verður neyðugt at gera alt av nýggjum og tí væntar hann, at skipið verður seinkað í nakrar mánaðir. Tí eru framvegis vónir um, at skipið verður latið seint í ár.

Eftir ætlan fer hitt skipið royndartúr seinni í hesum mánaðinum og gongst sum ætlað, verður tað leverað í næsta mánað.

Jens Meinhard Rasmussen sigur, at burtursæð frá tí, at teir ikki fáa nýggju skipini sum ætlað, fer hetta ikki at ávirkað virksemið hjá Smyril Line, tí tey hava skip - sum tey nú bara skulu hava eitt sindur longri enn ætlað.

Skipini verða bygd á CIMC Raffles skipasmiðjuní í Kina. Talan er um tvey sama slag skip, ið verða 190 metrar til longdar og hava 3.300 metrar av breytum til treylarar. Tilsamans er talan um eina milliardíløgu, men tey hava ikki sagt, neyvt, hvussu nógv tey kosta.

Skipini verða sniðgivin til serstøku og krevjandi siglingina millum Evropa, Føroyar og Ísland. Skipini verða nútímans og umhvørvisvinarlig, og lúka øll altjóða útlátskrøv.

Samanborið við verandi flota felagsins, verður útlátið munandi minni fyri hvørt tons, tey føra. Samstundis verða skipini útgjørd við battarískipan og tey kunnu taka landstreymi, sum hevur við sær at tey hava einki útlát ímeðan tey liggja við bryggju.

– Skipini verða eisini fyrireikað til at sigla við e-metanoli, ið mett verður at verða framtíðar grøna orkan hjá Smyril Line.

Smyril Line hevur áður sagt, at orkusparingin við nýggju skipunum verður minst 60%. Hetta er eitt týdningarmikið stig hjá okkum at røkka okkara málum ímóti netto null útláti í 2050, sigur felagið.

Mest lisið hesa vikuna

Grát mín elskaði býur

20. juli kl. 11:45

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

24. juli kl. 08:52

Borgarstjórin um ælabogan

21. juli kl. 08:12

OpenAI misti tamarhaldið: Vitlíki slapp út úr trygdarroynd og framdi telduálop

22. juli kl. 19:00

Frá samskifti til nevnd: Høgni Berg aftur í HB

22. juli kl. 17:30

Sigmundur Mørkøre: Vil heldur broyta Føroyar enn flyta av landinum

18 tímar síðan