Ongi úrslit

Grát mín elskaði býur

Birgir Nielsen
17 tímar síðan

Vit sóðu tað síðsta ár, og nú síggja vit tað tíverri aftur í ár.

Borgarstjórin og tann vinstravenda samgongan í Tórshavnar býráð gevur enn eina ferð einum felagskapi sersømdir, sum gongur ímóti flestu kristnum og siðsøguligum virðum í Føroyum.

Og borgarstjórin og samgongulimir ganga enntá sjálvar á odda við at mála strípurnar á vegin í Steinatúni.

Sum býráðslimur fyri Fólkaflokkin vil eg staðiliga mótmæla at Steinatún og Havnin á henda hátt verður mála við lgbt+ litum.

Eg spyrji eisini enn einaferð borgarstjóran, Elsu Berg eins og eg gjørdi síðsta ár, tó uttan at fáa nakað greitt svar:

Hvør hevur givið loyvið til hetta?

Hevur hetta verið í avvarandi nevnd ella í býráðnum til viðgerðar og støðutakan ?

Hevur ferðslunevndin góðtikið hetta ?

Og eru grannar í Miðbýnum hoyrdir ?

Vónandi kann borgarstjórin svara okkum mongu borgarum, sum als ikki vilja góðtaka slíka vandalismu á vegnum í Miðbýðnum, har børn, ung og eldri skulu ganga næstu dagarnar og á Ólavsøku.

Eg sigi bara : Grát mín elskaði býur.

Birgir Nielsen, býráðslimur

Fólkaflokkin í Tórshavnar Býráð

Mest lisið hesa vikuna

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

17. juli kl. 09:59

Grát mín elskaði býur

17 tímar síðan

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

Í gjár kl. 21:30

Legg hornið á um Laura Bech ringjur

16. juli kl. 12:38

Fór á sjúkrahús eftir arbeiðsóhapp í Vágum

15. juli kl. 06:57

Stórur eldur í sethúsum í Sørvági

18. juli kl. 12:00