Ongi úrslit

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

Áki Bertholdsen
7 tímar síðan

Einans 247.500 krónur fyri eitt byggibúgvið grundstykki.

Tað ljóðar sum ein feilur. Men tað er tað ikki í Sundalagnum, tí tað er nevniliga prísurin fyri eitt grundstykki, sum er klárt at byggja á.

Hetta er minni enn ein triðingur av tí, sum eitt byggibúgvið grundstykki frá Tórshavnar kommunu kostar.

Tað hevur verið nógv kjak um, hvat ein kommuna hevur loyvi at selja eitt grundstykki fyri.

Tórshavnar kommuna hevur tvíhildið um, at tað er ólógligt at selja tey fyri minni enn kostprís, og tí hava grundstykkini ofta kostað upp ímóti 800.000 krónur.

Kostprísurin er tann kostnaðurin, sum kommunan hevur av at gera grundstykkini byggibúgvin og Tórshavnar Býráð hevur tvíhildið um, at kommunan hevur ikki loyvi at selja grundstykki við undirskoti.

Kostprísurin er – meiri enn minni – tann sami um alt landið. Men øll vita, at nógvastaðni verða grundstykki seld fyri nógv minni enn tað, uttan at myndugleikarnir hava gjørt nakað við tað.

Kommunur kring landið føra fram, at skulu tey halda seg til kostprís, verða bygdirnar avtoftaðar, tí tað kann eingin keypa eitt grundstykki fyri – og nógv fáa heldur ikki lán úr bankanum til tað.

Rokna kostprísin øðrvísi
Men spurningurin er eisini, hvat er kostprísur.

Eyðstein Zachariasen, borgarstjóri í Sunda Kommunu, sigur, at har selja tey eisini grundstykki fyri kostprís.

Spurningurin er bara, hvussu kostprísurin verður roknaður út.

– Vit halda, at tey, sum keypa grundstykki frá frá Sunda kommunu, skulu rinda kostprís fyri sjálvt grundstykki, sigur Eyðstein Zachariasen.

– Men tey skulu ikki eisini rinda fyri vegir, spælipláss, gøtuljós, kloakkir, og annað, sum liggur uttan fyri grundstykki, leggur hann afturat.

Hann vísir á, at tá ið fólk taka lán, tekur bankin trygd í ognini. Men bankin kann bara taka trygd í sjálvum grundstykkinum, tí hann tekur ikki trygd í spæliplássi, vegum, gøtuljósum, kloakkum, og øðrum, sum liggur uttan fyri grundstykkið.

– Tí er tað eisini órímiligt, at fólk skulu rinda fyri annað enn sjálvt grundstykki, sigur borgarstjórin í Sunda kommunu.

Tí samtykti býráðið beint fyri jól at lækka prísin á grundstykkjum.

Áðrenn kostaðu byggibúgvin grundstykki 795 krónur fermeturin, men tey eru nú lækkað niður í 495 krónur fermeturin, og sostatt eru tey 300 krónur bíligari fyri fermeturin.

Grundstykki, sum ikki eru byggibúgvin, hava kostað 200 krónur fermeturin, men tey kosta nú 150 krónur fermeturin.

Tað merkir, at eitt byggibúgvið grundstykki upp á 500 fermetrar kostar 247.500 krónur eitt grundstykki upp á 500 fermetrar, sum ikki er byggibúgvið, 75.000 krónur.

Eyðstein Zachariasen sigur, at í Sunda kommuna hava tey havt grundstykki til taks, men við gamla prísinum sluppu tey ikki av við tey yvirhøvur.

– Í býráðnum var semja um, at hetta kundi ikki halda fram, tí avleiðingin er, at vit mistu støðugt fólk úr kommununi, sigur Eyðstein Zachariasen.

Hann sigur, at í býráðnum var semja um, at tað høvdu tey ikki ráð til. So gjørdi tað minni, um tey fingu nakrar krónur minni fyri hvørt grundstykki – og tí varð prísurin lækkaður.

Og tað hevur givið úrslit, tí borgarstjórin sigur, at bara hetta hálva árið, síðani tey lækkaðu prísin, hava tey selt yvir 20 grundstykki.

Tað hevur eisini merkt ein trivaligan fólkavøkstur í kommununi, so tað er ein vinningur fyri kommununa, sigur borgarstjórin, og sum fólk hava lagt merki til – tí tað eru bara 25 minuttir í bili úr Sundalagnum til Havnar.

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Brúðgommurin fer úr kirkjuni og at rógva kapp

11. juli kl. 08:08

Løgreglan rak heimleys í Havn á dyr

13. juli kl. 07:20

Syrgilig tíðindi á døgurða

13. juli kl. 20:56

Hava vit sum ikki eru kristin loyvi at vera her um nøkur ár?

12. juli kl. 07:56

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

7 tímar síðan

Fór á sjúkrahús eftir arbeiðsóhapp í Vágum

15. juli kl. 06:57