Tað er stórur dagur hjá Jóhannu Reinert Ørvarodd og Niels Áka Mørk. Tey skulu giftast í dag, og vígslan verður í Vesturkirkjuni klokkan 12. Tey hava boðið í brúdleyp í B36 húsinum klokkan 18, men seinnapartin skal brúðgommurin vestur til Miðvágs at rógva kapp. Hann vónar, at alt fer at ganga, sum tað skal, tí so verður hann aftur í høvuðsstaðnum, áðrenn dyrnar í B36 húsinum lata upp. Um hann vrður ov seinur í sítt egna brúdleyp, so fer tað eisini at ganga.
Tey búgva niðri, og hann var avloysari umborð á 8-mannafarinum Ørvi, sum fyri einari viku síðani vann í Vestmanna.
-Eg hevði ikki ætlað at róð í dag, men Jóhanna, sum eg í dag skal giftast við, gav beinanvegin til kennar, at hon helt, eg skuldi fara vestur til Miðvágs at hjálpa manningini á Ørvi, sigur Niels Áki Mørk, sum hevur róð kapp í fleiri ár, men tvey tey undanfarnu árini hevur hann ikki gjørt so nógv við kappróðurin, tí nú búgva tey niðri. Hann er tó væl fyri og í góðari venjing, tí hann fæst nógv við styrkisvenjing og luttekur í kappingum at lyfta vektir.
Jóhanna Reinert Ørvarodd hevur róð og stýrt bátum hjá Havnar Róðrarfelag, og fleiri tey seinastu árini hevur hon verið venjari. Í ár hevur hon ferðast fleiri ferðir heim úr Danmark í sambandi við kappróðurin.
Um alt gongur, sum tað skal, so hevur Niels Áki roknað seg fram til, at hann verður í Miðvági trý korter áðrenn flaggtíðina, og hann verður aftur í Havn, áðrenn klokkan verður seks.
-Tað eru tríggir tímar frá tí, at vígslan verður liðug og inntil flaggtíðina. Eftir vígsluna verður myndatøka saman við familjunum, og so fara vit vestur. Fotografurin verður við, og so taka vit brúðarmyndir á vegnum. So skifti eg í bilinum, og vit hava avtalað, at bátsfelagarnir draga bátin og liggja klárir, so vit fáa tíðina, sum skal til at hita upp. Líkindini síggja út til at vera góð, so eg vóni, at flaggtíðin verður tann ásetta. Hon er sett at vera klokkan 16.40, greiðir brúðgommurin frá.
Tá ið róðurin er av, hevur Niels Áki avrátt við ein vinmann, sum rør við Klaksvíkingi, at hann sleppur í brúsu heima hjá ommu hansara í Miðvági. So fer hann aftur í brúdleypsklæðini. Tá roknar hann við, at klokkan verður farin gott og væl av fimm, og so ræður um at bera skjótt at og koma aftur til Havnar, áðrenn klokkan verður seks.
Soleiðis verður tað, um tað gongur, sum tað skal. Um alt ikki gongur, sum tað skal, og hann verður seinkaður, so fer tað eisini at ganga:
-Borðhaldið er sett at vera klokkan 19, og tá verði eg undir øllum umstøðum í B36 húsinum, men eg vóni, at vit bæði Jóhanna fara at taka ímóti gestunum klokkan 18, og sjálvandi vóna vit, at Ørvur fer at vinna á vestanstevnu.