OpenAI lýsir hendingina sum uttan fordømi. Hon hevur nú vakt nýggjan ótta um, hvørt trygdin kring framkomnar vitlíkisskipanir er nóg sterk.
Vitlíkisskipanin varð roynd í einum vardum og avbyrgdum umhvørvi, har hon skuldi loysa eina avmarkaða uppgávu. Men skipanin fann eitt trygdarhol og megnaði at sleppa út úr umhvørvinum.
Slapp inn í innanhýsis skipanir
Síðani eyðmerkti skipanin sjálv teldufyritøkuna Hugging Face sum eitt stað, har hon kundi finna upplýsingarnar, ið hon leitaði eftir. Vitlíkis-skipanin royndi tí at fáa atgongd og slapp inn í partar av innanhýsis skipanunum hjá Hugging Face.
Stjórin hjá Hugging Face, Clement Delangue, segði sambært BBC, at tað var nærum ófatiligt, at alt fór fram sjálvvirkandi og uttan nakra menniskjaliga stýring.
Fyritøkan kannar framvegis, um óviðkomandi hava fingið atgongd til upplýsingar hjá kundum ella samstarvsfeløgum. Trygdarholini eru nú latin aftur, og tær raktu skipanirnar eru uppsettar av nýggjum.
Telduálop henda við ófatuligari ferð
Hendingin hevur reist álvarsligar spurningar um, hvussu nógv framkomið vitlíki kann gera av sínum eintingum.
Neil Lawrence, professari í maskinlæru við Cambridge-háskúla, kallar hendingina eitt merkisvert avrik. Hann leggur tó dent á, at hendingin liggur innan fyri kendu førleikarnar hjá teimum fremstu vitlíkisskipanunum í dag.
Trygdarserfrøðingar ávara um, at nógv feløg framvegis verja seg við menniskjaferð, meðan nýggj telduálop kunnu verða framd við maskinferð. Tað kann geva álopsmonnum ein vandamiklan fyrimun.