Ebola er farið at ganga í Kongo og Uganda og um allan heim eru heilsumyndugleikarnir á varðhaldi.
Og tað er Heilsustýri í Føroyum eisini.
Í tí sambandi mælir Heilsustýrið til, at fólk, sum ferðast til og úr Kongo og Uganda, fylgja við støðuni á heimasíðuni hjá danska Uttanríkisráðnum www.um.dk
– Hevur tú verið í smitturaktu økjunum og fært fepur ella onnur sjúkutekin innan 21 dagar eftir, at tú hevur verið í økinum, eigur tú at seta teg í samband við lækna í telefon og upplýsa tína ferðasøgu, sigur Heilsustýrið.
Tey siga, at Ebola smittar bara, tá ið fólk hava fingið sjúkutekn. Ebola smittar við beinleiðis sambandi við sjúk fólk ella djór, ella við beinleiðis sambandi við blóð, ella aðra kropsvætu, frá einum sjúkum.
Heilsustýrið leggur kortini dent á, at enn er eingin smitta staðfest uttan fyri økið, har útbrotið er í Kongo og Uganda.
Heimsheilsustovnurin, WHO, metir tó, at tað er stórur vandi fyri, at smittan fer at breiða seg í landspartinum í Miðafrika.
Evropeiski smittuverjustovnurin, ECDC, og danskir heilsumyndugleikar meta kortini, at vandin fyri Ebolasmittan fer at breiða seg til ES og Danmark, er sera lítil.
Sostatt metir Heilsustýrið at tað er eisini sera lítil vandi fyri at smittan kemur til Føroya.