Hjálp til at mynda framtíðina hjá øllum skandinavum.
Allar tjóðir og fólkasløg við sjálvsvirðing hava symbol, sum fólk kunnu sameinast rundan um. Hetta er sjálvandi eisini galdandi fyri skandinavisku tjóðina.
Vit skandinavar lýsa tí við opnari kapping um at skapa eitt tað týdningarmesta symbolið til eina tjóð: eitt felags flagg fyri allar skandinavar.
Innsløgini skulu hava eina greiða ankring í okkara felags skandinavisku søgu, har serligur dentur verður lagdur á arvin frá Kalmar-samgonguni, hugsanarrák frá romantisku tíðini og tað, sum bindur okkum saman sum fólk, mentanarliga og søguliga.
Vegleiðing fyri tilmeldingar:
• Flaggið skal vera viðkomandi fyri søguliga samanhangin, men eisini gerast eitt stolt symbol fyri okkum Skandinavar bæði í nútíðini og í framtíðini.
• Ein stutt grundgeving og lýsing av symbolikkinum í flagginum skal leggjast við kappingartilmeldingini.
Vinnarin verður kunngjørdur á skandinaviska næsta titinginum 2.-4. oktober.
Heiðursgáva verður latin vinnaranum.
Flaggið skal latast inn í talgildum sniði til: info@skadinaver.org í seinasta lagi mánadagin 7. september.