Í nátt hendi eitt ferðsluóhapp á landsvegnum beint við sundsverki. Talan var um eitt ógvusligt óhapp, tí løgreglan sigur, at bilurin fór í knús.
tvey fólk vóru í bilinum, men tey sluppu snikkaleys frá óhappinum.
Løgreglam sigur, at óhappið hendi tí at bilførarin misti tamarhaldið á biðinum. Hann snaraði um seg sjálvan á vegnum, og fór eftir reyv til hann brast í bilaverjuna, sum tíbetur helt.
Løgreglan veit ikki, hví bilførarin misti tamarhaldið á bilinum, men hann var edrúur og hevði koyrikort.