Ongi úrslit

SEV roynir nýggja grøna orku í sjónum

Royndirnar skulu brúkast til framtíðar útbygging av grønari orku

© Minesto
Jóhanna Højgaard
3. juni kl. 20:00

SEV er farið undir eina royndarverkætlan saman við Minesto, har sjóstreymur verður brúktur til elframleiðslu við sokallaðu Dragon-tøknini.

Ein 100 kW royndareind, Dragon 4, er nú knýtt í elnetið og framleiðir streym. Hetta er fyrsta stig í verkætlanini, sum skal kanna møguleikar fyri sjóstreym sum grøn orku í Føroyum.

Ein størri eind, Dragon 12, sum er 1,2 MW, hevur eisini verið í sjónum í umleið 10 mánaðir, og er nú tikin upp til eftirlits og viðlíkahalds.

SEV sær verkætlanina sum ein part av arbeiðinum at minka um oljunýtslu og økja um burðardygga elframleiðslu við vatni, vindi og nýggjum orkuloysnum sum sjóstreymi.

Verkætlanin er framvegis í royndarstigi, men royndirnar skulu brúkast til framtíðar útbygging av grønari orku í Føroyum.

Sí nærri

Mest lisið hesa vikuna

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

24. juli kl. 08:52

Bønarløta á Oyggjarvegnum

Í gjár kl. 14:18

Sigmundur Mørkøre: Vil heldur broyta Føroyar enn flyta av landinum

26. juli kl. 11:00

OpenAI misti tamarhaldið: Vitlíki slapp út úr trygdarroynd og framdi telduálop

22. juli kl. 19:00

Frá samskifti til nevnd: Høgni Berg aftur í HB

22. juli kl. 17:30

Tórsfest - Benjamin Hav: - Eg kenni meg longu sum føroying

26. juli kl. 13:30