Ongi úrslit

Sextortion móti monnum og dreingjum vaksur

Eisini í Føroyum, sigur løgreglan

© Pixels
Jóhanna Højgaard
3. juni kl. 18:00

Sextortion [avnoytsla, ritstj.], har fólk verða hótt við at deila intimar myndir ella video, rakar í vaksandi mun menn. Hettar vísa fleiri altjóða ávaringar frá myndugleikum og serfrøðingum í teldutrygd.

Talan er ofta um sosialar miðlar, datingappir og boðtænastur, har gerningsfólk misnýta álitið, og brúka skomm til at trýsta offrið at gjalda pengar, ella lata meira tilfar frá sær.

Skjót samband og falskt álit

Vanliga byrjar tilgongdin við at ein ókendur profiur søkir samband við offrið. Samrøðan verður skjótt seksuell, og intimar myndir verða býttar.

Tá broytist tónin: offrið fær at vita, at tilfarið verður deilt við familju, vinir ella alment, um ikki pengar verða goldnir.

Sambært serfrøðingum er tað júst henda bráða broytingin frá áliti til hóttan, sum ger sextortion serliga virkna.

Menn eru ein gloymdur málbólkur

Hóast málið ofta verður sett í samband við kvinnur og ungar gentur, vísa serfrøðingar á, at menn í vaksandi mun verða útsettir fyri tí. Serliga ungir menn eru viðbreknir, tí ótti fyri sosialari niðurlæging og skomm kann fáa teir at reagera skjótt upp á krav um gjald.

-Har er framvegis ein fatan av, at menn ikki vera fyri slíkum brotsverkum, men tað er ikki rætt, sigur ein serfrøðingur í talgildari trygd. Gerningsfólkini misnýta somu mekanismu óansæð kyn: ótta og isolatión.

Eitt slag av talgildari ápressing

Sextortion verður flokkað sum ein formur av ápressing og er revsiverd í flestu londum. Løgreglan mælir offrum frá at gjalda, tí tað ofta ikki steðgar hóttunum. Í nógvum førum veksur kravið í staðin.

Myndugleikar mæla eisini til at goyma alt samskifti, blokera gerningspersónin og melda málið skjótast gjørligt.

Brót tøgnina

Ein av størstu avbjóðingunum við sextortion er, at nógv offur ikki melda málið av skomm ella ótta. Tað ger tað truplari at spora gerningsfólkini, sum ofta virka altjóða og anonymt.

-Tað týdningarmesta er boðskapurin, at tú ikki stendur einsamallur, siga serfrøðingar. Tað er eitt brotsverk, ikki ein persónligur feilur.

Avnoyðslan hevur eisini ført við sær, at fleiri fólk kring heimin hava gjørt sjálvmorð. Sambært NCMEC (Nationalt centur fyri saknaði og misnýtt børn í USA), hava í minsta lagi 36 ungir dreingir í USA tikið lívið av sær eftir at hava verið fyri fíggjarligari sextortion síðani 2021. og í 2023 fekk felagsskapurin yvir 26.000 fráboðanir um sextortion.

Um tú er offur fyri hetta og hugsar daprar tankar, set teg so í samband við Sinnisbata

Vit spurdu løgregluna um hettar eisini er ein vaksandi trupulleiki í Føroyum. Svarið var játtandi:

-Tølini, um tú spyrt inn til, eru tíverri ikki hagtøl, sum vit kunnu trekkja úr skipan okkara, og beint nú verður ikki farið undir at gjøgnumganga málini manuelt.

Føroya Politi kann tó vátta, at avnoyðsla er ein vaksandi trupulleiki í Føroyum. Enn eru tað fleiri dreingir og menn, sum er órættaðir í hesum slagi av málum, enn gentur og kvinnur, sigur løgreglan at enda.

Sí nærri her

Mest lisið hesa vikuna

SEV roynir nýggja grøna orku í sjónum

3. juni kl. 19:00

Løtumyndir - Color Run í Vági

2. juni kl. 18:40

Nýbygningur hjá Smyril Line fekk stóran skaða undir royndarsigling

5. juni kl. 11:00

Nú er nýggja stjórnin í Danmark skipað

1. juni kl. 21:06

Ávara ímóti piparkornum tí heilsuskaðilig evni eru í teimum

3. juni kl. 10:55

Sextortion móti monnum og dreingjum vaksur

3. juni kl. 18:00