Ongi úrslit

Tað er merkiligt sum tit eysturoyingar duga væl at flúgva undir radaranum

Tórbjørn Jacobsen helt røðu í dag, tá ið Vaðhorn hátíðarhelt at hava verið virki í meiri enn hálva øld

Tórbjørn Jacobsen borgarstjóri
7 tímar síðan

727 metrar omansjóvar. Hornkendur knykil innan á beini á rossi. Stendur seg í hædd ikki ímóti Slættaratindi, Gráfelli og Svartbakstindi, men hinvegin eitt ásýniligt, viggskorið og vakurt fjall millum risar norðarlaga í Eysturoy. Eitt óvanliga snøgt heiti at seta á eitt framleiðsluvirki, og táið hugskotið kom í, norðuri á Eiði, og eiðisfólk ikki fáa vent sær fyri fjallinum, man tað hava ligið raðið fyri at taka avgerðina um eitt brand – eitt vørumerki – fyri fyrsta floks saltfisk undan kimiligum lógvum á Eiði, á Skála og nú í nógv ár á Hulki. Eitt flott orð – sum eisini vann frama í klassisku keyparalondum okkara. Hvønn morgun, táið eg dragi gluggatjøldini frá á Langanesi, er virkið Vaðhorn fyrsta opinberingin fyri eygum mínum - hinumegin fjørðin.

 

Hevur ein livað nóg leingi, so minnist man orðaskiftið fyri hálvari øld síðan um framtíðina hjá saltfiskinum. Flakavirkini høvdu nøkur ár á baki – og fleiri teirra frystu og saltaðu fiskin. Haldi meg minnast, at onkur helt Thulesen vera á skeivari leið, táið hann kontraheraði og bygdi trolararnar Sjúrðarberg, Sundaberg og Skálaberg á Liaaen skipasmiðjuni í Aalesund í sjeytiárunum í hinari øldini. Frysti fiskurin var framtíðin – saltfiskurin var passé. Sjálvur var eg við Sjúrðarbergi fyri tey trý góðu árini á Føroya Sjómansskúla. Eitt spennandi lív, har ið vit eisini sprettu og ryggjaðu tann stóra fiskin, sum maskinurnar ikki svølgdu. Frammanundan hevði eg verið nakrar túrar í Bilbao, Aveiro, Patras og Piraeus við saltfiski frá diverse virkjum í Føroyum. Millum hesar býirnar í Hellas sigldu vit ígjøgnum hina fashionablu Korinthveitina.

 

Tá var tað, at eg kundi staðfesta, at saltfiskurin ikki var aveldur. Hetta var tíðin við hessianballum, sum hvør skuldi eitast at viga 100 pund. Táið vit løgdu frá landi í Føroyum mundu tær viga 55-58 kilo pr. stk, men á leiðini um Nørvasund og inn á Miðjarðarhavið gingu pumpurnar kikar, og nógvir lakaðir lensibrunnar tømdir út í kjalarslóðina. Hetta var annars tíðin, táið Franco ráddi fyri borgum í Spaniu. Vit, sum lógu lægri í hierarkinum, matrósar og deksdreingir, fingu í uppdrag at halda vakt, mest tí forðast skuldi fyri stuldri, serliga táið havnaarbeiðararnir høvdu ein steðg, og komu vælbjálvaðir klatrandi upp ígjøgnum steyrrættu leytararnar. Fiskurin var dýrur at keypa í landi, og lossingarmenn sita ikki ovastir í sosiala elevatorinum. Vit kropsvisiteraðu teir ein og ein, og tað kom ofta fyri, at teir høvdu bregdað heilar saltfiskar inn at egnum skinni, og í slíkum stjøli høvdu teir arbeitt í tímar niðri á banjaranum. Mær tókti synd í teimum, men tað var ikki mín uppgáva, og eg hoyri enn svongu grælini frá teimum, táið teir avdúkaðir róptu: ”Bambino, bambino.” Stuldurin hevði til endamáls at metta smáar barnakíkar, næsta ættarliðið hevði eisini fingið smakkin av saltaðum fiski úr Føroyum, ein fráboðan um, at saltfiskurin ikki var retro, í hvussu er ikki í teimum katólsku londunum.

 

Viderø sigur í Saga Eiðis: ”Tað sýnist sum, at Eiðismenn hava verið stórir hugsjónarmenn og viljað havið seg upp úr øllum hesum lága og tronga, hesum eyma og fátæka, og litið upp um allar steingjandi grindir. Her er farið ómetaliga langt frá hini gomlu føroysku sparnoytni. Her er einki spart, heldur almikið glutrað og sóað burtur. Nú skuldi náast upp til stjarnanna, upp úr øllum hesum tunga.”

 

Táið eg var óviti, komu eiðismenn javnan út á Glyvrar at spæla hondbólt. EB-NSÍ. Á grúsvøllinum omanfyri Glyvra skúla. Teir tóktust óvanliga háleittir, sum risar komnir oman av Kollinum ella Dovrafjøllum. Skuldi hoppskot skjótast upp um verju teirra, mátti onkur av okkara monnum leggja seg á vøllin, sum lunnur, fyri at støkkmáttur skjúttans kundi røkka upp um defensivin norðaneftir. Ein av hesum risunum var Petur Reinert, skyldmaðurin úr Kaldbak. Kommunulækni og so ófatiliga nógv annað. Visti um hann, ein systir hansara búði uppi á Finnlandsvegnum í Syðrugøtu, og hartil hevði hann gingið í skúla saman við einum morbróðuri mínum í preliminerskúlanum í Havn.

 Gitin er myndin av Eiðislækna og Trinu av Trøllanesi, táið hann leiðir hana heim eftir eina viðtalu í doktarahúsinum

Hann var ein óvanliga karismatiskur maður, serliga kom hetta til sjóndar á veljarafundum, har tey flestu, líkamikið hvør ið observansurin annars var, bíðaðu eftir hansara løtu á pallinum. Millum bestu røðarar, sum hava búð í Føroyum. Evnafrøðiliga samaskrúvaður soleiðis, at fulltíðar gerningurin sum heilsubøtari hjá eiðisfólki og fólki í grannabygdunum ikki var honum nógmikið. Hann fløkti seg uppí so at siga alt, sum fyri var. Minnist hann m.a. sum hondbóltsvenjara hjá besta mansliðnum hjá EB í ítróttarhøllini á Nabb, hann rann aftur og fram við liði sínum dystin á tamb, og hann gekk við lív og sál uppí leikin – ikki minst fyri at vinna. Seinri komu vit av góðum grundum at kennast heilt væl, stillaðu upp saman, sótu í nevnd saman og tosaðu tíðum um máltráðin, um vit ikki vitjaðu hvønnannan – helst tí at vit sendu á sama politiska frekvensi og høvdu áhuga fyri vinnu. Tey sum ikki kendu hann, hildu hann vera harðan og bondskan, men tað var bara útskinnið – inni á hjartarótunum var hann bleytur sum æðudún. Gitin er myndin av Eiðislækna og Trinu av Trøllanesi, táið hann leiðir hana heim eftir eina viðtalu í doktarahúsinum. Ómaka par, hon rakk nóg illa upp á miðjuna á Peturi. Ein legenda sum fór líka nektað út úr hesum heimi, sum hann kom inn í hann. Petur var ein av teimum, sum tók stig til at stovna felagið Vaðhorn. Sum Hans Andrias tekur til í sanginum um Katrina: ”Sørin er í Íslandi – í Íslandi er kalt. Sørin fiskar íslandstosk og leggur hann í salt.” Nú skuldi fiskurin leggjast í salt – fyrst norðuri á Eiði, síðan í Turkihúsinum á Skála og nú í nógv ár á Hulki á Strondum.

 

Nógvar millumrokningar og nógvir ymiskir persónar hava havt ein fingur við í spælinum, táið tað snýr seg um Vaðhorn. Nevni eg nøvn fari eg við vissu at særa onkran ónevndan. Tey flestu um hesi svæði kenna søgu felagsins. Tað hevur annars verið ógviliga klassiskt føroyskt, konjunkturarnir ganga sum sinuskurvar, sum sjóvarføll. Upp og niður – oman og niðan – norður og suður. Fyri fjerðingsøld síðan fara konturarnir at síggjast av tí, ið koma skuldi. Ein trímenningur og fermenningur mín úr Gøtu - Jógvan Gregersen – verður stjóri. Um nakar er hann hin sjáldsami landkrabbin við saltráka og fiski í æðrunum. Skiparasonur, og abbi hansara, sum  var abbabeiggi mín og granni í Grógv, Jóan Pauli Gregersen, var tað, sum man tá rópti fyri at vera ein ”verðinsmaður”. Hann hevði internationalt flog, var stjóri á Fiskavirkinum í bygdini, útgerðarmaður og so ferðaðist hann víða um heimin fyri at selja fiskaúrdráttir. Eitt nú var hann eina handilsferð í Latínameriku og Cuba í fimmtiárunum, í hinari øldini, fyri at finna keyparar til føroyskan klippfisk. Sá einaferð dagbók hansara frá túrinum, og fann tá út av, at vit í nakrar dagar hava búð á sama gistingarhúsi í Havanna – Hotel Nacional. Staðsett uppi á einum heyggi omanfyri Malecón promenaduna - við framúr útsýni yvir Florida strætið. Jóan Pauli var eisini í broddi fylkingar, táið orkufelagið SEV varð stovnað. So íðin var hann í tí mennandi átakinum, at hann varð kosin heiðursborgari í Vestmanna.

 

Sagt verður, at allir glyvramenn eru slektaðir, og tað er rætt, men vit báðir Jens Martin, eru ikki so nær skyldir sum vit báðir Jógvan. Abbi hansara var ein av teimum sum fórust við ”Verdandi” í einum ódnarveðri á veg av Siglufirði í Faxaflógvan eftir einari fiskalast. Hetta var í oktober krígsárið 1944. Jens á Vollanum tók skiparaprógv hjá Djurholm í 1928. Hann førdi fyri tað mesta skip, men hesa feigdarnáttina var hann bestimaður hjá Óla Larsen av Eiði - búsitandi á Oyrarbakka. Kykmynd verður í løtuni gjørd um ta søguna, og frumsýningin ætlast at vera í Løkshøll einaferð í heyst. Jens Martin er eisini landkrabbi við saltráka í æðrunum. Pápi hansara Petur var hendinga maður. Havi siglt saman við honum, og hóast tað onki hevur við hesa løtuna at gera, so sendu vit báðir eisini á sama politiska frekvensi. Hann var ein leiðaratýpa. Skipari og virkisleiðari. Eisini sat hann í Runavíkar býráði, og tað mundi líkjast meiri herskyldu heldur enn samfelagsskyldu, táið hetta var júst um tað mundið, táið Nes Sóknar kommuna gekk sundur í tvinnar lutir. Seinasta kommunuslitið í Føroyum yvirhøvur.

 

Einaferð segði ein sjómansskúlalærari við meg: ”Tað er merkiligt sum tit eysturoyingar duga væl at flúgva undir radaranum. Tað hoyrist onki frá tykkum. Onki reyp og ongin galdran, hóast tað gongur betri enn flestu staðni.”

 

Hugsi at filosofiin er, at vit tosa um fuglarnar í lógvanum, heldur enn teir sum skiftandi setast og fara av mønuni. Havi varhugan av, at Vaðhorn livir eftir hesi kredduni, tað er sum at síggja lunda á jólanátt, at tíðindir frættast frá teimum báðum eigarunum. Tað er tekn um, at fyritøkan hevur tað gott. Tað ræður um at framleiða til kræsnar gómar í Italiu og øðrum keyparalondum, og helst er brandið – vørumerkið – Vaðhorn – meiri víðagitið í Stivlalandinum enn í Føroyum. Gott tað sama.

 

Minnist at skyldmaðurin Oddfríður Gregersen einaferð, í einum fimmara í Útvarpinum, segði, at størsta trotvøra í Føroyum vóru arbeiðsgevarar. Hann og Ingeborg Winther skiftu orð um arbeiðsmarknaðin. Vaðhorn er dømi um ta skilagóðu symbiosuna, har ið skilagóðir arbeiðsgevarar og verkafólkið á virkinum sær stóra virðið í at framleiða úr ráevnum okkara fyri at skapa virðir í landinum og ímillum tey virkandi. Hetta er ein tung framleiðsla – bremsilongdin er øgilig – frá tí at toskurin bítur á húkin til hann smoyggir sær niður ígjøgnum vælindini á eini italskari frúgv snákað eftir fare bella figura hugmyndini.

 

Einaferð í 2014 vitjaði italski ambassadørurin í Keypmannahavn, Stefano Queirolo Palmas, Runavíkar kommunu. Óku um svæðini við honum, og stukku m.a. inn á gólvið hjá Vaðhorni á Hulki. Á einari mynd, sum eg tók, stendur italiumaðurin ímillum teir báðar Jógvan og Jens Martin. Tá kom mær til hugs allar fótbóltsdystirnar sum eg havi sæð teir báðar leikt í Føroyum og uttanlands. Sviparin og goalkeeparin with the bobble hat. Tá hevði eg ikki væntað, fyri lítlari hálvari øld síðan, at eg fekk hesa áheitanina frá teimum báðum, um at siga eitthvørt fyri tykkum  í dag. Men sum leikarar vóru teir serliga framsóknir og vinnaraviljin var eyðsýndur, og tað er helst har, vit finna orsøkina til hesa skorðuna undir føroyska búskapinum – Vaðhorn.

 

”Bambino, bambino”, hoyrdist frá lossingarmonnunum í Bilbao fyri hálvari øld síðan, táið teir vórðu avdúkaðir fyri at hava nápað sær ein flaktan og saltaðan tosk úr Føroyum. Verðar úr saltfiskaúrdráttum eru partar av matmentanini í sokallaðu katólsku londunum, og soleiðis fer tað at vera, tí sær framtíðin hjá Vaðhorni bjørt út, um leiðarar og arbeiðarar frameftir megna at framleiða fyri nakað minni enn tað sum selt verður fyri á keyparamarknaðunum.

 

Mátti framtíðin verið tykkum happadrúgv í vónini um, at tað frameftir verður frummynd mín á hvørjum morgni kl. 6 – at síggja virkni tykkara á Vaðhorni.

Mest lisið hesa vikuna

SEV roynir nýggja grøna orku í sjónum

3. juni kl. 19:00

Løtumyndir - Color Run í Vági

2. juni kl. 18:40

Løtumyndir - Mentanarnáttin á Tvøroyri

31. mai kl. 17:02

Nýbygningur hjá Smyril Line fekk stóran skaða undir royndarsigling

Í gjár kl. 11:00

Nú er nýggja stjórnin í Danmark skipað

1. juni kl. 21:06

Sær gott út, men ilt at meta um hvussu summarið endar

31. mai kl. 18:00