Ongi úrslit

Løtumyndir - Color Run í Vági

lív og gleði í Vági

© Bjartur Vest
Jóhanna Højgaard
2. juni kl. 19:40

Tónleikur, rørsla og fagrir litir eyðkendu dagin í Vági, tá árliga Color Run var hildið í góðum veðri.

Børn og ung vóru virkin í tiltakinum, har næmingar á Ítróttaháskúlanum, Vágs skúla, Porkeris skúla og Sumbiar skúla runnu og gingu runt í býnum.

Tónleikur var at hoyra, meðan pulvurlitir vórðu kastaðir á luttakararnar og skaptu ein festligan dám.

Leiðin gekk gjøgnum økini Við Smátturnar, Við Vatnið og Vesturi í Bø.

Somuleiðis skipaði barnagarðurin Eikilund fyri sínum egna Color Run á økinum kring barnagarðin. Har byrjaði tiltakið klokkan 10.00.

Color Run fyri næmingarnar byrjaði klokkan 11.00, og bæði tiltøkini vóru liðug um middagsleitið eftir ein dag við rørslu og nógvum litum.

Myndir: Bjartur Vest

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig tíðindi á døgurða

13. juli kl. 20:56

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

17. juli kl. 09:59

Legg hornið á um Laura Bech ringjur

16. juli kl. 12:38

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

17 tímar síðan

Fór á sjúkrahús eftir arbeiðsóhapp í Vágum

15. juli kl. 06:57

Stórur eldur í sethúsum í Sørvági

18. juli kl. 12:00