Ongi úrslit

Nú er nýggja stjórnin í Danmark skipað

Mette Frederiksen hevur í kvøld verið umborð á kongaskipinum Dannebrog og kunnað kong um, at tað loksins er eydnast henni at skipa nýggja stjórn

Jóannes Hansen
1. juni kl. 22:06

Nú er tað greitt, at Danmark hevur fingið nýggja stjórn. Í kvøld hevur Mette Frederiksen kunnað Fríðrík kong um, at tað er eydnast henni at skipa nýggja stjórn. Javnaðarflokkurin hevur síðstu vikuna samráðst við Sosialistiska Fólkaflokkin, Moderaterne og Radikala Vinstraflokkin um nýggja samgongu, og nú eru samráðingarnar endaðar við nýggjum samgonguskjali. Talan er um minnilutastjórn, sum fær stuðul frá Eindarlistanum og Alternativinum.

Kongur er umborð á kongaskipinum Dannebrog, sum í kvøld er í Odense, har kongshjúnini í dag hava vitjað, og har tað í kvøld hevur verið móttøka umborð á Dannebrog.

Tað plagar at vera á Amalienborg, at tað verður kunnað um nýggja stjórn, men í kvøld var tað í Odense.

Eftir at hon hevði verið umborð, segði Mette Frederiksen við donsku tíðindafólkini, at í morgin verður samgonguskjalið lagt fram, og mikudagin fer nýggja stjórnin at heilsa uppá kong á Amalienborg.

Í morgin vera tað tíggju vikur síðani, at danir vóru á fólkatingsvali.

Mest lisið hesa vikuna

Grát mín elskaði býur

20. juli kl. 11:45

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

24. juli kl. 08:52

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

19. juli kl. 21:30

Borgarstjórin um ælabogan

21. juli kl. 08:12

OpenAI misti tamarhaldið: Vitlíki slapp út úr trygdarroynd og framdi telduálop

22. juli kl. 19:00

Frá samskifti til nevnd: Høgni Berg aftur í HB

22. juli kl. 17:30