B68 skrivaði soleiðis í gjárkvøldið:
Í dag fór Oddmar Færø til gravar. Fyri 3 árum síðani bleiv Oddmar sjúkur av krabbameini og hann andaðist sunnudagin, einans 62 ára gamal.
Oddmar vaks upp í Danmark. Saman við foreldrunum vitjaði hann ofta abban og ommuna á Toftum, tá tey vóru heima í Føroyum í summarfrítíðini, og longu tá fingu vit á Toftum kunnleika til góðu fótbóltsevnini hjá honum.
Sum ungur spældi Oddmar á donskum U-landsliði. Oddmar var mettur at hava góðar møguleikar at gera seg galdandi í donskum fótbólti á høgum støði, men skaðar og útbúgving gjørdi, at tað ikki kom tað burtúrúr, sum evnini vóru til. Til jarðarferðina ídag segði sonurin Odmar frá, at pápi sín var errin av at hava verið liðskipari hjá Peter Schmeichel og Michael Laudrup. Oddmar spældi eisini nakrar landsdystir fyri Føroyar og er einasti føroyingur sum hevur umboðað bæði Føroyar og Danmark í fótbólti.
Tá foreldrini og Oddmar fluttu heimaftur, var hann við til at vinna 2. deild við B68 í 1980 og soleiðis spæla B68 upp í bestu deildina. Árini 1981 til 1983 leikti hann á besta liðnum hjá B36, har hann var ein av berandi kreftunum. Oddmar fór til Keypmannahavnar at útbúgva seg til tannlækna og øll árini var hann heima í summarfrítíðini og leikti við B36.
Eftir lokna tannlæknaútbúgving flutti Oddmar heim at arbeiða sum tannlækni í Saltangará, og saman við lítlu familju síni settu tey búgv á Toftum, og Oddmar fór at leika við B68.
Oddmar vann meistarheitið við B68 í 1992.
Í 90´inum flutti Oddmar við familju síni uttanlanda, fyrst til suður Ongland og síðani Aberdeen, har hann arbeiddi sum tannlækni í nøkur ár, áðrenn tey fluttu heimaftur og búsettu seg í Havn. Síðani Oddmar flutti heimaftur, hevur hann átt og rikið tannlæknastovu í Hvalvík. Hann var giftur við Annu Mariu og tey áttu børnini Odmar, Sandri og Joannu.
Ærað verður minni um Oddmar Færø.