Ongi úrslit

Hálvvaksnir dreingir stjólu fleiri fløskur

Áki Bertholdsen
15 tímar síðan

Í nátt hevur mentanarnátt verið í Havnini og tað kastaði nógv arbeiði av sær til løgregluna. Og eina av teimum heldur óvanligu uppgávunum fekk løgreglan úti á Reyni mitt í nátt.

Har er matstovan Átaklokkan og har vóru tríggir blaðungir dreingir, allir undir 15 ár, farnir inn, uttan at nakar hevði varnast tað, og teir gjørdu ikki mætari enn at fylla sær ein svartan sekk við sjampanjufløskum og vínfløskum.

Men á veg út aftur, rendur teir set mitt í eina patrulju hjá løgregluni. Løgreglufólkini hildi at tað ruggaði ikki rætt at tríggir hálvvaksnir dreingir gingu við einum svørtum sekki.

So teir vórðu tiknir og kannaðir og so vórðu teir avdúkaðir.

Løgreglan sigur, at tey hava tosað við teir, og tey hava eisini tosað við foreldrini, og málið gongur nú sína gongd saman við barnaverndini.

Men dreingirnir eru skuldsettur fyri stuldur. Teir eru ikk skuldsettir fyri innbrot, tí teir hava ikki brotið nakað fyri at sleppa inn, so hurðin hevu helst staðið opin.

Mest lisið hesa vikuna

SEV roynir nýggja grøna orku í sjónum

3. juni kl. 19:00

Løtumyndir - Color Run í Vági

2. juni kl. 18:40

Løtumyndir - Mentanarnáttin á Tvøroyri

31. mai kl. 17:02

Nýbygningur hjá Smyril Line fekk stóran skaða undir royndarsigling

Í gjár kl. 11:00

Nú er nýggja stjórnin í Danmark skipað

1. juni kl. 21:06

Sær gott út, men ilt at meta um hvussu summarið endar

31. mai kl. 18:00