Beint eftir midnátt vórðu boð eftir løgregluna tí ein maður var so ólátaður at hann var til ampa fyri hini.
Løgreglan kom á staðið og úrslitið var at hann fekk eina bót upp á 1.500 krónur fyri at bróta skilhaldsreglurnar.
So varð friður - men bara eina lítla løtu, tí ein lítlan tíma seinni, varð aftur ringt til løgregluna um sama mann, tí tá var hann heldur ikki grannhavandi.
Hesa ferð tók løgreglan mannin, sum var ávirkaður av rúsdrekka, við sær og setti hann í brummuna. Hann verður so leyslatin aftur í morgun.