Ongi úrslit

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

Áki Bertholdsen
19. juni kl. 08:43

Í gjár fekk løgreglan í Føroyum boð frá svensku løgregluna um at handtaka ein svenskara, sum var komin hendavegin.

Løgreglan sigur, at maðurin varð handtikin í gjár og settur í varðhaldið.

Løgreglan sigur, at hann hevur verið er í minni enn eina viku og hann gisti hjá privatfólki, men løgreglan fekk fatur á honum á alfaravegi.

Tey hava varhugan av, at maðurin ætlaði sær at verða verandi í Føroyum og at fáa sær arbeiði her.

Maðurin læt seg handtaka í øllum góðum og nú skal so støða takast til um hann skal útflýggjast til Svøríkis.

Løgreglan sigur, at so vítt tey vita, er hetta fyrstu ferð, at tey eru í hesi støðuni at taka nakran, sum skal útfýggjast til eitt annað Norðurland.

Men fyri at hann skal kunna útflýggjast, skal talan vera um álvarslig lógarbrot. Løgreglan sigur, at í hesum føri er maðurin skuldsettur fyri lógarbrot har hann stendur til minst sjey ára fongsulsrevsing.

Løgreglan sigur, at talan er um álvarslig, likamlig brotsverk ímóti øðrum fólkum.

Nú bíðar løgreglan so eftir eini formiligari áheitan frá svensku løgregluni um at fáa mannin útflýggjaðan til Svøríkis og so skal Føroa Rættur taka støðu til um treytirnar fyri at útflýggja hann, eru loknar.

Mest lisið hesa vikuna

Deyðatalið komið upp á 67

1. august kl. 11:30

Spania setur upp 500 metra langa forðing

2. august kl. 07:00

Leggur ætlanir um at selja HM-rættindi á hillina

1. august kl. 10:46

Løgtingsmaður noktar at tosa enskt tá ið hann fer á matstovu í Føroyum

Í gjár kl. 11:58

Tað pínur løgtingsmannin av álvara

3. august kl. 11:41

49.000 fólk brustu inn í Spania

31. juli kl. 10:58