Ongi úrslit

SEV: Stór príshækking á streymi næsta ár

Hetta fer at vera væl dýrari næsta ár
Áki Bertholdsen
4 tímar síðan

Í morgin hevur Sev aðalfund og tá verður fíggjarætlanin fyri næsta ár løgd fram.

Og tað eru stórar príshækkingar í væntu. Vit vita frá keldum, at Sev skjýtur upp at hækka prísin á streymi heili 10 prosent, ella 18 oyru fyri hvørt kilowatt.

Næsta ár skal eitt vanligt húski sostatt at rinda nakrar hundrað krónur meiri fyri streymin um mánaðin enn í ár.

Men príshækkingin fer eisini at raka tey stóru virkini hart. Tey stóru virkini, Bakkafrost, uppsjóvarvirkini, og aðrir streymslúkar, hava fingið avsláttur frá Sev, men tann avslátturin fellur burtur, ella í hvussu so er tað mesta av honum.

Sum vit hava fingið upplýst, hevur avslátturin verið fýra oyru fyri kolowattið, so hjá teimum hækkar prísurin ikki 18 oyru, men 22 oyru.

Hákun Djurhuus, stjóri í Sev, vil ikki váttað tølini. Hann sigur, at tað eru kommunurnar, sum eiga Sev og uppleggið til prísirnar næsta ár, verður lagt fram á aðalfundinum í morgin, og so vera tað tær, sum hava endaligu avgerðina.

Men hann ásannar, at Sev hevur ongantíð brúkt so nógva olju, sum í fjør, hvørki í nøgd ella í pengum. Samstundis er stígur komin í grøna orkuskiftið, eitt nú hevur tað drigið út at fáa ætlaða vindmylluverkið á Sandi í gongd.

Alt hetta hevur øgiliga stóra ávirkan á fíggjarætlanina hjá Sev, ásannar hann.

Men hann væntar at frá 2028, fer aftur at síggja eitt sindur ljósari út, tí nú sær út til at gongd kemur á vindmylluverkið á Sandi og somuleiðis røkist eisini fyri, at tað skjótt verður klárt at seta fleiri myllur upp í Suðuroy. Tað er eisini ein ætlan, sum hevur drigið, men tað sær út til at ganga tann rætta vegin, sigur stjórin í Sev.

Mest lisið hesa vikuna

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

20. november kl. 12:43

Rúni samlar pengar til stórlið í Hoyvík

Í gjár kl. 21:03

Meldaðu mann fyri at skjóta ólógliga - men tað gjørdi hann ikki

23. november kl. 08:14

Høvdu úr at gera við at skifta perur í Suðuroy

20. november kl. 07:45

SEV: Stór príshækking á streymi næsta ár

4 tímar síðan

Ferðsluóhapp tí at bilførarin var blendaður av sólini

22. november kl. 09:20