Hesa árstíðina stendur sólin rættiliga lágt um dagarnar og løgreglan sigur, at tey vita um tvey ferðsluóhapp, har bilførararnir siga, at teir vóru so illa blendaðir av sólini, at teir sóu ikki ordiliga.
Løgrglan sigur, at í báðum førum var bara talan um smáskaðar, og fólkaskaði var eingin.
Tað seinna óhappið var í Havn fyrrapartin í gjár, har ein bilførari var so illa blendaður, at hann fekk ikki rættiliga orientera seg. Tí setti hann bilin skeivt, tá ið hann skuldi snara og bar við ein annan bil.
Tað verður hann skuldsettur fyri, so hann fær bót og klipp í koyrikortið.
Løgreglan sigur, at fólk skulu altíð koyra eftir umstøðunum, annars verða teir skuldsettir. Og verða bilførarar blendaðir av sólini mugu teir, í ringasta føri, steðga á til teir síggja, hvar teir koyra og hvat er rundan um teir.