Í Íslandi og íslendskum miðlum er umrøðan stór av bragdinum, sum manningin á bjargingartyrluni framdi mikukvøldið, tá ið línuskipið Jökull var í havsneyð og sakk. Manningin taldi 17, og tyrlan tók alla manningina upp. Tíverri vísti tað seg, at tríggir vóru deyðir.
Íslendski tíðindamaðurin og viðmerkjarin Gísli Birgir Gíslason skrivar soleiðis:
Brynhildur Ásta Bjartmarz, tyrluflogskipari hjá íslendsku sjóverjuni, man vera ein av heimsins djarvastu kvinnum. Hon hevði sum skipari ábyrgdina í tí framúr bjargingarátakinum umborð á tyrluni, tá ið línuskipið Jökull í fyrrakvøldið fórst 60 fjórðingar úr Norðfirði.
Brynhildur Ásta Bjartmarz og hini fimm í tyrlumanningini fara í framtíðini ivaleyst at verða minst sum hetjur í Íslandi.
Guði veri lov fyri dirvi teirra.
Tað er teirra avrik, sum er orsøkin til, at 14 sjófólk eru á lívi, hóast vónin um at bjarga teimum var lítil undir so sera vánaligum og vandamiklum umstøðum.
Tyrlumanningin vágaði bókstavliga alt fyri at bjarga teimum, ið bjargast kundu. Latum okkum ongantíð aftur leggja eina slíka byrðu á starvsfólkini hjá sjóverjuni. Latum okkum beinanvegin keypa ta bjargingarútgerð, sum tørvur er á. Tað skylda vit sjóverjuni og øllum sjófólkum.