Ongi úrslit

TAKS ávarar: Svindlarar lokka føroyingar við skattapengum

Svindlarar misnýta navn og búmerki hjá TAKS fyri at lokka persónligar upplýsingar frá fólki. Nú ávarar TAKS um følsku boðini.

© TAKS.
Var teg fyri sviki: Soleiðis sær falska heimasíðan út, har svindlarar brúka búmerkið hjá TAKS og lokka fólk við skattapengum. TAKS ávarar fólk ímóti at trýsta á leinkið. Mynd: TAKS.
Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

TAKS ávarar um følsk boð, sum eru í umferð í Føroyum. Í boðunum fáa fólk at vita, at tey hava skattapengar til góðar, og verða biðin um at trýsta á eitt leinki fyri at fáa pengarnar útgoldnar.

Men boðini eru ikki frá TAKS.

Í einari ávaring leygardagin 21. november upplýsir TAKS, at svindlarar misnýta navn, búmerki og litir hjá stovninum fyri at fáa boðini at síggja álítandi út.

Følsk heimasíða líkist TAKS

Á følsku heimasíðuni stendur millum annað:

"Tú hevur skattsendurgjald tøkt."

Síðani verður fólk biðið um at halda fram fyri at krevja pengarnar.

Heimasíðan líkist við fyrsta eygnabrá almennu heimasíðuni hjá TAKS. Men ein týðandi munur er.

Falski heimasíðubústaðurin er taks-fo.help, sum einki samband hevur við TAKS.

TAKS undirstrikar, at stovnurin ongantíð sendir teldupost ella SMS-boð, har fólk verða biðin um at trýsta á eitt leinki fyri at upplýsa P-tal, kontuupplýsingar ella aðrar persónligar upplýsingar.

TAKS: Strika boðini

Fólk, sum fáa slík boð, skulu hvørki trýsta á leinkið ella lata persónligar upplýsingar frá sær.

Í staðin skulu tey strika boðini.

TAKS mælir fólki til at nýta almennu sjálvgreiðslurnar á www.taks.fo.

Í Borgaraglugganum kunnu fólk síggja sínar persónligu skattaupplýsingar og avgreiða skattaviðurskifti, meðan Vinnugluggin er ætlaður fyritøkum.

Eru fólk í iva um, hvørt eini boð eru álítandi, kunnu tey venda sær beinleiðis til TAKS.

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 04:55

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

Í gjár kl. 12:43

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

15. november kl. 09:12

Ein viti er slóknaður: Minningarorð um Óla Eyðun Eliassen

16. november kl. 07:00

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

15. november kl. 13:23

Tað er eitt felag Gunnar ikki ætlar sær at umboða

15. november kl. 23:55