Henda dagin kom eldur í timburgoymsluna hjá Skipasmiðjuni, Mest, á Skála. Skaðin var stórur og bygningurin mest sum brann í grund.
Bygingurin brann í grund og nú hevur løgreglan kanna bygningin fyri at vita hví eldur kom í. Løgreglan sigur, at tað staðfest, at eldurin kyknaði í einum turkirúmi har tað bæði er ein elektriskur radiator og ein hitablásari.
Løgreglan sigur, at sostatt er ongin illgruni um nakra eldáseting, ella um at nakað brot á byrgdarviðurskiftini er farið fram.