Ongi úrslit

Hetta fari eg aldrin at góðtaka: Alt skal, við djevulsins valdi og mátti flytast úr Vági

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

– Hetta fari eg aldrin í lívinum at góðtaka.

Tað sigur Erhard Joensen, løgtingsmaður úr Vági fyri Sambandsflokkin, og býráðslimur í Vágs Býráð. Hann hevur kortini farloyvi úr býráðnum, men tekur við sessinum aftur nú 1. desembur, men tað var ætlanin alla tíðina.

Hann er rættiliga firtin inn á partakvinnuna, Eyðdis Hartmann Niclasen, nú hon hevur gjørt av at flyta kommunulæknarnar í Vági í eina felags heilsumiðstøð fyri alla oynna, og hon skal vera á Tvøroyri.

Í eini fráboðan hevur hon eisini nakrar grundgevingar fyri, hví tað er tann rætta loysning.

Les meiri um tað her: Heilsumiðstøð fyri alla Suðuroynna verður á Tvøroyri - har verða eisini allir kommunulæknarnir

Men Erhard Joensen góðtekur ikki eina einastu av hennara grundgevingum yvirhøvur.

– Vit hava eina ógvuliga vælvirkandi heilsumiðstøð í í Vági við tveimum kommunulæknum, umframt tannlækna, fótarøkt, kostvegleiðara, økispsykiatri, hoyriklinikk, heilsufrøðingur, heimasjúkrasystur, heimahjálpir og sjúkrarøktarfrøðingi. Tilsamans virka eini 30 heilsustarvsfólk út frá heilsumiðstøðini í Vági.

– Tað er ein nýtímans læknamiðstøð, sum kommunurnar hava bygt út og ment eftir ynskjunum frá læknum og heilsustarvsfólki, so hon er á ógvuliga høgum støði, eisini samanborið við aðrar heilsumiðstøðir og læknamiðstøðir kring landið, sigur Erhard Joensen.

– Vit hava eisini bjóðað okkum til at byggja hana út við einari lon afturat fyri kunna rúma øllum neyðugum virkemi, eisini fýra kommunulæknum í eini felags heilsumiðstøð, sigur hann.

– Skulu vit hava eina heilsumiðstøð í Suðuroy, lat okkum so brúka hana sum er, heldur enn at byggja nýtt fyri nógvar pengar, sigur hann

Hann sigur, at tí fer hann aldrin at góðtaka hesa avgerðina at flyta læknarnar úr Vági, og hann fer at mótarbeiða ætlanini av øllum alvi.

– Eg fari at gera alla mína ávirkan galdandi, og so vil tíðin vísa, hvat tað førir til, men síðsta orðið er ikki sagt í hesum máli, leggur hann afturat.

Hann sigur, at hann varð kunnaður um hetta seint í gjárkvøldið og tað heldur hann vera óluksáliga langt úti. Hann heldur tað minsta var at landsstýriskvinnan legði málið fram, so at tey kundu fingið eitt politiskt kjak um tað, áðrenn ein avgerð varð tikin.

Hann sigur, at verður hetta veruleiki, er hetta ein tann allar seinasta, almenna tænastan flutt úr Vági og tað fer hann ikki at góðtaka.

– Tað er sum um at allar almennar tænastur skulu, við djevulsins valdi og mátti flytast úr Vági, sigur Erhard Joensen.

Mest lisið hesa vikuna

Rúni samlar pengar til stórlið í Hoyvík

24. november kl. 21:03

SEV: Stór príshækking á streymi næsta ár

Í gjár kl. 08:56

Meldaðu mann fyri at skjóta ólógliga - men tað gjørdi hann ikki

23. november kl. 08:14

Hon man vera heimsins djarvasta kvinna

5 tímar síðan

Ferðsluóhapp tí at bilførarin var blendaður av sólini

22. november kl. 09:20

TAKS ávarar: Svindlarar lokka føroyingar við skattapengum

21. november kl. 15:00