Ongi úrslit

Heilsumiðstøð fyri alla Suðuroynna verður á Tvøroyri - har verða eisini allir kommunulæknarnir

Áki Bertholdsen
14 minuttir síðan

Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Eyðdis hartmann Niclasen, hevur avgjørt, at ein felags heilsumiðstøð fyri Suðuroynna verður staðsett á Tvøroyri. Eftir ætlan stendur heilsumiðstøðin klár í 2029.

Heilsumiðstøðin fer at skapa betri og meira støðugar karmar um heilsutænasturnar í Suðuroynni og eitt sterkari fakligt umhvørvi fyri kommunulæknar og onnur heilsustarvsfólk.

Kommunulæknar og læknar undir útbúgving hava í longri tíð víst á, at tey vilja hava eina nýggja felags læknamiðstøð fyri alla oynna, soleiðis at læknarnir kunnu arbeiða undir sama taki.

Samstundis hevur Heilsutrygd víst á, at skipanin við tveimum staðsetingum ger tað truplari at fáa kommunulæknar í føst størv í Suðuroynni.

– Vit skulu tryggja, at suðuroyingar hava góða og støðuga kommunulæknatænastu, sigur landsstýriskvinnan í eini fráboðan í morgun.

– Tað krevur, at vit eisini skapa góðar fakligar og arbeiðsligar umstøður fyri læknarnar. Málið er ikki bara at byggja ein bygning, men at skapa eitt sterkt heilsufakligt umhvørvi, sum kann tryggja heilsutænastur í Suðuroynni langt inn í framtíðina, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum. 

Ein heilsumiðstøð fyri alla Suðuroynna 
Tað er semja ímillum kommunustýri, læknar, onnur heilsustarvsfólk , at rættast er at hava eina felags heilsumiðstøð fyri Suðuroynna, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen,

Men tað hevur ikki eydnast kommunum at semjast um, hvar heilsumiðstøðin skal vera, tí kommunurnar í norðaru helvt hava mælt til at byggja nýggja heilsumiðstøð á Tvøroyri og kommunurnar í syðru helvt mæla til at útbyggja og nútímansgera verandi heilsumiðstøð í Vági.

– Báðar loysnir hava fyrimunir og vansar, sigur landsstýriskvinnan.

Men Tvøroyri hevur tann fyrimun, at bæði Sjúkrahúsið og Apotekið eru á Tvøroyri. Nærleikin til sjúkrahúsið gevur møguleika fyri fakligum samstarvi og synergi, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen.

– Eins og tey, ið fara í heilsumiðstøðina kunnu heinta heilivág á apotekinum um somu leið.   

Ætlanin er at byggja ein nýggjan bygning, sum verður innrættaður til endamálið og kann tillagast framtíðar heilsutænastum og møguligari útbygging. 

– Eg havi fulla virðing fyri, at tað eru ymisk sjónarmið um staðsetingina. Báðar loysnir hava fyrimunir, men at enda er neyðugt at taka ta avgerð, ið er best fyri suðuroyingar og skapar bestu fortreytirnar fyri, at vit eisini frameftir kunnu fáa kommunulæknar og onnur heilsustarvsfólk at arbeiða og støðast í Suðuroynni,” sigur Eyðdis Hartmann Niclasen. 

Hon sigur, at verandi heilsutænastur halda fram sum áður, meðan nýggja heilsumiðstøðin verður fyrireikað og bygd.

Mest lisið hesa vikuna

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

20. november kl. 12:43

Rúni samlar pengar til stórlið í Hoyvík

24. november kl. 21:03

SEV: Stór príshækking á streymi næsta ár

Í gjár kl. 08:56

Meldaðu mann fyri at skjóta ólógliga - men tað gjørdi hann ikki

23. november kl. 08:14

Ferðsluóhapp tí at bilførarin var blendaður av sólini

22. november kl. 09:20

TAKS ávarar: Svindlarar lokka føroyingar við skattapengum

21. november kl. 15:00