Í morgun ringdi ein ein maður til løgregluna at biðja um hjálp. Men hann var so deyðadrukkin, at hann visti ikki hvar hann var.
Men hann hevði kortini skil fyri at siga løgregluni, at hann sá nummarplátuna á einum bili og hann fekk eisini lisið hana fyri løgreglufólkunum.
Løgreglan fekk so peila seg inn á, hvar bileigarin búði, og so fóru tey at leita. Og tað var ikki mætari enn at tey funnu mannin ímillum tveir bilar akkurát har.
Men hann var so fullur, at tað var ikki hugsingur um, at hann kláraði seg sjálvan, so hann varð lagdur í brummuna at sova rúsin av sær, so tá ið hann er klárnaður aftur, verður hann leyslatin.