Ongi úrslit

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

Tórshavn kann í framtíðini fáa jørðbundna loftverju, men tað krevur politiska góðkenning í Føroyum og veldst um hóttanarstøðuna, sigur ovastin í Arktisk Kommando.

© Forsvaret.
Søren Andersen (til vinstru), generalmajorur og ovasti í Arktisk Kommando. Her avmyndaður í august 2023, tá ið hann var útnevndur til ovasta í Arktisk Kommando.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Tórshavn kann í framtíðini fáa loftverju, sum er før fyri at skjóta fíggindaligar rakettir niður.

Tað sigur Søren Andersen, generalmajorur og ovasti í Arktisk Kommando, í samrøðu við TV 2. Hann leggur tó dent á, at bæði hóttanarstøðan og politisk góðkenning í Føroyum verða avgerandi.

– Eins og vit skulu verja Keypmannahavn, skulu vit eisini venja og verja Nuuk. Og Tórshavn eisini, sigur Søren Andersen.

Loftverjan er partur av einari stórari danskari hernaðarligari uppbygging í Arktis. Í september varð avgjørt at keypa loftverjuskipanir fyri tilsamans 58 milliardir krónur.

Fleiri hermenn og nýggjar radarar

Danskir hermenn verða sendir til Grønlands alt 2027 og helst eisini longri. Teir venja millum annað at verja elverk, oljugoymslur og havnir móti herverki og njósning.

Fyrsti nýggi radarin verður settur upp í Grønlandi í juli, og ein annar verður eftir ætlan settur upp seinni í ár.

Samstundis skal hernaðarligi parturin av havnini í Nuuk byggjast út, og eitt nýtt og størri høvuðssæti skal fyrireikast.

Ætlanir eru eisini um meira eftirlit við fylgisveinum, dronum, betri umstøður til stríðsflogfør og nýggj arktisk eftirlitsskip.

Russland verður mett sum høvuðshóttanin

Søren Andersen vísir á russisku álopini á sivil mál og týðandi undirstøðukervi í Ukraina. Hann væntar, at Russland kann nýta somu framferð í einum møguligum stríði í Arktiska økinum.

Hann sigur samstundis, at eingin broyting sæst í virkseminum kring Grønland. Arktisk Kommando hevur hvørki staðfest russisk ella kinesisk skip nær grønlendsku strondini.

Russiska hernaðarliga virksemið fer sambært honum fram minst 1.000 kilometrar frá Grønlandi.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

11. juni kl. 10:25

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

12. juni kl. 12:14

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

11 tímar síðan

Oddmar Færø farin

12. juni kl. 21:07

Bilur koyrt útav í Kollafirði

13. juni kl. 00:02

Løtumyndir - Country & Bluesfestivalurin

13. juni kl. 17:27