Ongi úrslit

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

Tað gekk fyri seg í 2025, men er nústani komið fram alment

Jóhanna Højgaard
7 tímar síðan

Hollendska stjórnin váttaði í gjár, at eitt sjúkt barn undir 12 ár fekk deyðshjálp síðst í 2025. Hetta er fyrsta alment staðfesta málið, síðani reglurnar vórðu víðkaðar í 2024, til eisini at fevna um børn í aldrinum 1–11 ár í heilt serligum undantaksførum.

Heilsumálaráðharrin, Sophie Hermans, kunngjørdi hetta í einum skrivi til tingið. Av omsorgan fyri familjuna eru ongar upplýsingar almannakunngjørdar um aldur, sjúku, kyn ella samleika hjá barninum. Tað einasta, sum er váttað, er, at barnið var undir 12 ár.

Fram til 2024 vóru børn undir 12 ár ikki fevnd av niðurlendsku reglunum um deyðshjálp. Nýggju reglurnar geva tó læknum møguleika at veita deyðshjálp í teimum heilt sjáldsomu førunum, har eitt barn, sambært teimun, líður ótolandi og vónleyst.

Reglurnar komu eftir tilmælum frá serlæknum, sum mettu, at ein lítil bólkur av deyðiliga sjúkum børnum annars ikki hevði nakran møguleika at sleppa undan ótolandi líðingum. Stjórnin hevur mett, at skipanin væntandi verður nýtt í umleið 5–10 málum um árið.

Niðurlond lógleiddu deyðshjálp í 2002 undir strongum treytum.

Fyri børn og ung galda hesar reglur:

12–15 ár: Barnið skal sjálvt biðja um deyðshjálp, vera ført fyri at skilja avgerðina, allar lógarásettu treytirnar skulu vera loknar, og bæði foreldur ella verjar skulu geva samtykki.

16–17 ár: Tey ungu kunnu sjálvi biðja um deyðshjálp, men foreldur skulu sum meginregla takast við í tilgongdini.

1–11 ár: Børn í hesum aldursbólkinum kunnu ikki sjálvi geva samtykki. Avgerðin krevur tí semju millum foreldur og læknar um, at allar treytir eru loknar. Eftirfylgjandi verður málið kannað av óheftum eftirlitsmyndugleikum.

Øll mál um deyðshjálp skulu fráboðast og verða síðani gjøgnumgingin av óheftum eftirlitsnevndum sum meta um, hvørt læknarnir hava hildið lógina. Um ivamál stinga seg upp, kann málið latast víðari til ákæruvaldið ella heilsumyndugleikarnar.

Eisini hetta málið verður nú viðgjørt eftir somu mannagongd.

Váttanin hevur enn einaferð sett ferð á altjóða kjakið um deyðshjálp til børn.

Tey, sum stuðla reglunum, halda, at tær geva ein møguleika í teimum heilt fáu førunum, har deyðiliga sjúk børn líða uttan nakra vón um bata.

Mótstøðufólk halda hinvegin, at tað er etiskt skeivt at loyva deyðshjálp til børn, sum ikki sjálvi kunnu taka eina slíka avgerð.

Niðurlendska stjórnin leggur dent á, at reglurnar bert eru ætlaðar heilt serligum undantaksførum og eru bundnar av strongum læknafrøðiligum og løgfrøðiligum trygdarkrøvum.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Skuldsettur fyri brot á 266 b

Í gjár kl. 09:13

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

7 tímar síðan