Ongi úrslit

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Tvær ferðir í gjárkvøldið vóru grindaboð norðan fyri, fyrru fer uttan fyri Tjørnuvík og aðru ferðina uttan fyri Leirvík.

Men í báðum førum lótu tey grindina fara, so tær vórðu ikki hildnar til.

Kári Thorsteinsson, sum er virkandi sýslumaður í økinum, sigur, at mett verður, at tað er nokk av grind allastaðni í miðstaðarøkinum, í Vágum og norðan fyri.

Hann sigur, at í fjør vóru átta grindir í miðstaðarøkinum, í Vágum og norðan fyri og tær vóru upp á tilsamans 799 hvalir.

Higartil í ár hava tvær grindir verið, ein hampiliga stór grind legði beinini í Sandavági 7. mai  upp á 132 hvalir og beint eftir var ein stór grind í Havnini upp á yvir 400 hvalir.

Samstundis vórðu tveir bólkar av springarum hildnir til, ein bólkur upp á 170 springarar varð hildin til á Skálafjørðinum og ein bólkur upp á 132 hvalir vórðu dripnir í Hvalvík.

Kári Thorsteinsson sigur, at tað var eitt sindur av eini avbjóðing at fáa alt tikið upp. Men tað eydnaðist, tí grindin fór rættiliga víða um í landinum.

Sostatt metir sýslumaðurin, í samráð við grindaformenninar kring um, at nú er nóg mikið av grind í øllum tí økinum.

– Vit fara ikki at drepa grind, bara fyri at drepa, sigur sýslumaðurin. Hann sigur, at verður ein grind hildin til, má trygd eisini verða fyri, at hon verður tikin upp, og beint nú er eingin serligur áhugi fyri at fáa meiri grind.

Sostatt verður eingin grind hildin til aftur fyribils - í hvussu so er ikki norðan fyri Skopunarfjørð.

Skuldi ein grind komið í Sandoynni, verður tað tikið upp við grindaformenninar har. Eingin grind doyði í Sandoynni í fjør, men nógv fólk av oynni vóru í Havnini eftir grind tá ið stóra grindin legði beinini har í farna mánað.

Sostatt veit Kári Thorsteinsson ikki, hvussu sandoyingar eru staddir við grind.

Í Suðuroy doyðu tvær grindir í fjør, tær vóru báðar í Hvalba og vóru upp á 69 hvalir tilsamans, so har er kanska ikki so væl statt við grind.

Sýslumaðurin sigur, at verða grindaboð í Suðuroy, verður støða tikin til um hon skal haldast til og tað verður gjørt í samráði við grindaformenninar á staðnum.

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 10:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17

Hetta hevði ongantíð borið til uttan stuðulin frá fólki

26. juni kl. 22:15