Ongi úrslit

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

Nólsoyingr hava mist Teistan í kvøld og fyrrapartin í morgin - men hendan støðan var heilt serlig
Áki Bertholdsen
5 tímar síðan

Dagurin í dag hevur verið óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni. ikki færri enn trý skip eru fyrigingin í senn, so tað hevur verið ein avbjóðing av teimum heilt stóru.

Sam hevur verið á beding í eina tíð, men hann var akkurát komin í sigling, tá ið hann fekk maskinbrek í gjár og mátti aftur á Beding.

Sostatt varð Ternan sett í sigling á Kalsoyarleiðini, men seinnapartin í dag bar hon við land á Syðradali og fekk so mikið av skaða á bógvin, at hon mátti takast úr sigling og fara á skipasmiðju.

Og í dag bar eisini Jósup við botn í Mykinesi og mátti takast úr sigling.

Dánjal Samuelsen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at tað hevur verið ein avbjóðing av teimum stóru at fáa tað at ganga upp sum frægast.

Í Mykinesi er eingin loysn funnin enn.

Men tey hava verið noydd at taka Teistan frá nólsoyingum og seta hann í siglingina upp á Kalsoynna.

Aftur fyri hava tey í Hesti mist Erlu Kongsdóttir, tí nú mátti hon í siglingina upp á Nólsoynna og tað verður galdandi í kvøld og fyrrapartin í morgin.

Stjórin sigur,at seinnapartin í dag stóðu eini 80 fólk stranda í Kalsoynni og sluppu ikki inn aftur til Klaksvíkar.

Tí leigaði Strandferðslan Tjørnunes hjá Klaksvíkar Sleipistøð og hon hevur ført ferðafólkini, sum ikki vóru í bili, inn á meginlandið.

Í løtuni standa eini 40 fólk og eini 20 bilar eftir í Kalsoynni, sum ikki eru sloppin av oynni. Talan er um fólk, sum eru í bili, mest útlendsk ferðafólk og summi av teimum hava bíðað síðani klokkan 17 seinnapartin.

Men nú er Teistin á veg norður eftir teimum, sum tey verða førd um fjørðin í kvøld, so tey sleppa inn í kvøld.

 

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 10:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

15 tímar síðan