Ongi úrslit

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

Áki Bertholdsen
4. juli kl. 09:30

Í gjár hendi eitt ferðsluóhapp á Nesi í Vági, har ein bilur fór út av.

Løgreglan sigur, at talan var um ein ungan bilørara og tey halda at ósketni hevur ein leiklut í óhappinum, í hvussu so er partvís.

Rúsdrekka var ikki uppi í og bilførarin var einsamallur í bilinum.

Løgreglan sigur, at bilurin var komin út í vegøkslina í niðara borði, men tá ið bilførarin varnaðist tað og skuldi rætta upp aftur, gjøri hann tað so krapt, at bilurin ístaðin fór út av í ovara borðið og endaði á takinum.

Bilførarin slapp ikki úr bilinum og sjúkrabilur og bjargingarlið fóru á staðið. Men við leiðbeining frá bjargingarfólki, slapp hann skjótt úr bilinum.

At síggja til hevði hann ikki fingið skaða, men av trygdarávum fór hann á sjúkrahúsið - og har varð eisini staðfest, at hann var sloppin snikkaleysur burtur úr óhappinum.

Mest lisið hesa vikuna

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

23 tímar síðan

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

18 tímar síðan

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

Í gjár kl. 09:07

Búskaparráðið: Samgongan ger beint øvugt av tí sum er rætt at gera

21. oktober kl. 08:36