Ongi úrslit

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

Ókeypis gisting í Grikkalandi

Jóhanna Højgaard
3. juli kl. 14:22

Á griksku oynni Syros kunnu djóravinir fáa ókeypis gisting, um teir eru til reiðar at hjálpa til við at røkta heimleysar kettur.

Felagsskapurin Syroscats rekur eina sjálvbodna skipan, har luttakarar fáa gisting og grundleggjandi tænastur, í býti fyri at arbeiða nakrar tímar um dagin, við at ansa eftir teimum umleið 3.000 leysu kettunum á oynni.

Arbeiðið fevnir millum annað um at fóðra ketturnar, reingera skjól, ansa eftir kettlingum og hjálpa til við sterilisering og øðrum djóralæknaligum arbeiði.

Sjálvboðin arbeiða vanliga umleið fimm tímar um dagin, fimm dagar um vikuna.

Restina av tíðini kunnu teir uppliva oynna, sum er kend fyri høvuðsstaðin Ermoupoli, vakrar strendur og hugnaligar bygdir.

Luttøka krevur í minsta lagi ein mánað. Gisting og grundleggjandi tænastur eru við í skipanini, men sjálvboðin rinda sjálvi ferðina til Syros og meginpartin av matinum.

Tó er morgunmatur ókeypis.

Sí video

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig tíðindi á døgurða

13. juli kl. 20:56

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

17. juli kl. 09:59

Legg hornið á um Laura Bech ringjur

16. juli kl. 12:38

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

16 tímar síðan

Fór á sjúkrahús eftir arbeiðsóhapp í Vágum

15. juli kl. 06:57

Stórur eldur í sethúsum í Sørvági

18. juli kl. 12:00